Føroyskt
Hví sigi eg altíð okkurt býtt?
https://cms-imgp.jw-cdn.org/img/p/502018166/univ/art/502018166_univ_sqr_xl.jpg
ijwyp grein 84

UNG SPYRJA

Hví sigi eg altíð okkurt býtt?

Hví sigi eg altíð okkurt býtt?

 „Viðhvørt dugi eg at stýra mær, tá ið eg tosi, men aðrar tíðir tosi eg, sum eg veit ikki hvat, uttan at hugsa meg um.“ – James.

 „Tá ið eg eri nervøs, tosi eg uttan at hugsa, og tá ið eg slappi av, sigi eg meira, enn eg átti. Ja, so tað endar altíð galið hjá mær.“ – Marie.

 Bíblian sigur: „Tungan er eldur,“ og „hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!“ (Jákupsbrævið 3:5, 6) Sigur tú ofta okkurt býtt? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær.

 Hví sigi eg so nógv býtt?

 Tú ert ófullkomin. Bíblian sigur: „Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður.“ (Jákupsbrævið 3:2) Av tí at vit eru ófullkomin, koma vit lætt til at gera og siga okkurt býtt.

 „Bæði heilin og tungan eru ófullkomin, so tað hevði verið býtt av mær at sagt, at eg havi fullkomið tamarhald á tí, sum eg sigi.“ – Anna.

 Tú tosar kanska ov nógv. Bíblian sigur: „Har sum nógv orð eru, tvørrar [ella: manglar] ikki synd.“ (Orðtøkini 10:19) Fólk, sum tosa ov nógv og lurta ov lítið, eru í størri vanda fyri at særa onnur við at siga okkurt býtt.

 „Tað eru ikki altíð tey, sum tosa mest, sum eru tey klókastu. Jesus er tann klókasti maðurin, sum nakrantíð hevur livað á jørðini, men viðhvørt segði hann einki.“ – Julia.

 Tú ert kanska sarkastiskur. Bíblian sigur: „Mong tala orð, ið stinga sum svørð.“ (Orðtøkini 12:18) Eitt dømi um tankaleysa talu er sarkasma – stingandi orð, sum verða søgd fyri at niðurgera onnur. Tey, sum eru sarkastisk, siga kanska: „Eg tvætlaði bara!“ Men at eyðmýkja onnur er einki at flenna at. Bíblian sigur: „Øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!“ – Efesusbrævið 4:31.

 „Mær dámar væl at tvætla og vera stuttlig, men tað ger ofta, at eg sigi okkurt sarkastiskt, og so endar tað galið hjá mær.“ – Oksana.

Tað ber ikki til at fáa tannkrem aftur í tupuna, og tað ber heldur ikki til at taka tað aftur, sum tú hevur sagt

 Hvussu kann eg stýra mær, tá ið eg tosi?

 Tað er ikki lætt at læra at stýra tunguni, men meginreglur í Bíbliuni kunnu hjálpa tær. Hugsa um hesi dømini:

 „Hugsið tykkum um, ... og verið stillir!“ – Sálmur 4:5.

 Viðhvørt er tað best einki at siga. „Tær kenslurnar, eg havi, beint tá ið eg verði ill, broytast sum oftast, tá ið ein løta er farin,“ sigur ein ung genta, sum eitur Laura. „Tá ið eg eri komin niður á jørðina aftur, eri eg sum oftast glað fyri, at eg ikki segði tað, sum eg ætlaði mær.“ Bara at steðga á nøkur fá sekund kann hjálpa tær at lata vera at siga nakað býtt.

 „Roynir oyrað ikki orð, eins og gómarnir smakka matin!“ – Job 12:11.

 Tú kanst sleppa undan nógvum keðiligum støðum, um tú hugsar um hesar spurningarnar, áðrenn tú sigur nakað:

  •   Passar tað? Er tað fitt at siga? Er tað neyðugt at siga? – Rómbrævið 14:19.

  •   Hvussu hevði eg havt tað, um onkur segði tað við meg? – Matteus 7:12.

  •   Vísi eg virðing fyri meiningini hjá viðkomandi? – Rómbrævið 12:10.

  •   Er hetta rætta staðið og rætta løtan at siga tað? – Prædikarin 3:7.

 „Verið eyðmjúk og hugsið heldur meira um onnur.“ – Filippibrævið 2:3, Nýggi Sáttmálin.

 Hesi ráðini kunnu hjálpa tær at hugsa tað besta um onnur, og tað hjálpir tær at hugsa teg um, áðrenn tú tosar. Sjálvt um tú kanska longu hevur sagt okkurt keðiligt, kann eyðmjúkleiki hjálpa tær at siga orsaka og at gera tað skjótast gjørligt. (Matteus 5:23, 24) Set tær so fyri framyvir at hugsa teg um, áðrenn tú sigur nakað.