Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hví havi eg ongar vinir?

Hví havi eg ongar vinir?

Tú ert á netinum og sært nakrar myndir frá einari veitslu, sum nýliga hevur verið. Allir vinirnir hjá tær eru har og síggja út til at hava tað øgiliga stuttligt. Men okkurt manglar. Ella rættari onkur manglar – og tað er tú!

Hví bjóðaðu tey ikki mær við? hugsar tú.

Tú vart forvitin, tá tú sást myndirnar, men nú ert tú keddur og skuffaður. Tú følir teg sviknan! Tað virkar sum, at øll tíni vinaløg eru skramblað saman sum eitt ússaligt korthús. Ein alda av einsemi skolar inn yvir teg, og tú spyrt teg sjálvan: Hví havi eg ongar vinir?

 Einsemistest

 Rætt ella skeivt

  1.   Viss tú hevur eina rúgvu av vinum, fert tú ongantíð at føla teg einsamallan.

  2.   Viss tú ert á sosialu miðlunum, fert tú ongantíð at føla teg einsamallan.

  3.   Viss tú sms’ar alla tíðina, fert tú ongantíð at føla teg einsamallan.

  4.   Viss tú gert nakað fyri onnur, fert tú ongantíð at føla teg einsamallan.

 Svarið upp á allar fýra pástandir er skeivt.

 Hví?

 Fakta um vinir og einsemi

  •   At hava eina rúgvu av vinum er einki garanti fyri, at tú ongantíð fert at føla teg einsamallan.

     „Eg eri góð við vinirnar hjá mær, men viðhvørt føli eg ikki, at teir eru góðir við meg. Tað ringasta slagið av einsemi er, tá ið tú hevur eina rúgvu av vinum rundan um teg, men at tú samstundis følir, at eingin leggur í teg ella hevur brúk fyri tær.“ – Anne.

  •   At vera á sosialu miðlunum er einki garanti fyri, at tú ongantíð fert at føla teg einsamallan.

     „Summi samla upp á vinir, sum onnur samla upp á figurar. Men at hava eitt kamar fult av samlifigurum, hevur ongantíð fingið nakran at føla seg elskaðan. Viss mann ikki hevur ektaðar vinir, so eru vinirnir á netinum ikki meira verdir enn lívleysir figurar á hillini.“ – Elaine.

  •   Sjálvt um tú sms’ar alla tíðina, er tað einki garanti fyri, at tú ongantíð fert at føla teg einsamallan.

     „Viðhvørt tá mann er einsamallur, kann mann blíva við at kekka telefonina fyri at vita, um onkur hevur sent eitt sms. Og tá mann longu følir seg einsamallan og sær, at eingin hevur skrivað, so verður tað bara uppaftur verri!“ – Serena.

  •   At gera nakað fyri onnur er einki garanti fyri, at tú ongantíð fert at føla teg einsamallan.

     „Eg havi altíð roynt at vera gávumildur móti vinunum hjá mær, men eg havi lagt merki til, at tað eru teir ikki yvir fyri mær. Tað er ikki tað, at eg angri, at eg havi verið gávumildur, men eg haldi, tað er løgið, at teir ongantíð geva nakað aftur.“ – Richard.

 Niðurstøðan: Einsemi er í botn og grund ein kensla. „Tað er nakað, sum kemur innanífrá, ikki uttanífrá,“ sigur ein ung genta, sum eitur Jeanette.

 Hvat kanst tú gera, viss tú ikki følir, at tú hevur nakrar vinir?

 Hvussu kanst tú vinna stríðið?

Royn at fáa størri sjálvsálit.

 „Einsemi kann koma av, at mann er ósikkur. Tað er ringt at taka stig til at fáa vinir, viss tú hugsar, at eingin hevur hug at læra teg at kenna.“ – Jeanette.

 Bíblian sigur: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ (Galatiabrævið 5:14) Fyri at fáa góðar vinir, mugu vit hava eitt ávíst sjálvsvirði, men sjálvandi uttan at blíva sjálvsøkin ella stolt. – Galatiabrævið 6:3, 4.

Tak ikki synd í tær sjálvum.

 „Einsemi er sum kvikksandur. Jú meira tú stríðist, jú longur søkkur tú niður. Viss tú bara gongur og hugsar um, hvussu einsamallur tú ert, fert tú at taka so synd í tær sjálvum, at eingin tímir at vera saman við tær.“ – Erin.

 Bíblian sigur: „Kærleikin … søkir ikki sítt egna.“ (1. Korintbræv 13:4, 5) Tá ið vit hugsa for nógv um okkum sjálvi, hava vit ikki so stóra samkenslu við øðrum, og so er tað ikki so sannlíkt, at onnur hava hug at vera vinir við okkum. (2. Korintbræv 12:15) Eitt er vist: Viss mann metir sína egnu lukku út frá tí, sum onnur gera, kann tað bara enda galið! Tá ið tú til dømis sigur: „Eingin ringir nakrantíð til mín“ ella: „Eingin bjóðar mær nakrastaðni“, so leggur tú í veruleikanum tína egnu gleði í hendurnar á øðrum. Er tað ikki eitt sindur for stórt vald at geva teimum?

Ver ikki nøgdur við at fáa hvønn sum helst til vin.

 „Tey, sum føla seg einsamøll, vilja hava uppmerksemi. Og tað kann koma so vítt, at tey eru nøgd, líkamikið hvørjum tað uppmerksemið kemur frá. Tey vilja bara, at onnur skulu dáma tey. Men tað eru nøkur, sum kunnu finna upp á at royna at fáa teg at føla teg væl bara fyri at útnytta teg. Og so fert tú at føla teg uppaftur meira einsamallan.“ – Brianne.

 Bíblian sigur: „Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.“ (Orðtøkini 13:20) Ein, sum er gorhungraður, hevði viljað etið næstan hvat sum helst. Á líknandi hátt kunnu tey, sum hungra eftir vinum, byrja at leita eftir vinum øll tey skeivu støðini. Tey kunnu lætt blíva eitt offur hjá teimum, sum bara vilja manipulera onnur. Tey halda kanska, at tað er heilt vanligt við sovorðnum vinum, og at tey ikki kunnu vænta sær nakað betri.

 Niðurstøðan: Øll føla seg einsamøll viðhvørt, nøkur meira enn onnur. Og sjálvt um einsemi kann vera ein strævin kensla, so er tað faktiskt bara tað – ein kensla. Okkara kenslur eru ofta ein avleiðing av okkara tonkum, og tað ber til at stýra okkara tonkum.

 Tað er eisini gott at minnast til at vera realistiskur, tá ið talan er um at vænta nakað av øðrum. „Tú kanst ikki vera besti vinur við øll í allar ævir,“ sigur Jeanette, „men tað ber til at finna vinir, sum eru góðir við teg. Og tað er nokk, tí tað kann halda einseminum burtur.“

 Brúk fyri meira hjálp? Les rammuna „ Hvat viss tú ikki torir at fáa tær vinir?