Far beinleiðis til innihaldið

Svar upp á bíbilskar spurningar

Svar upp á bíbilskar spurningar

Kunnu vit fáa fyrigeving fyri okkara syndir?

Tað ber til at gleða Gud

Bíblian sigur, at øll menniskju hava arvað syndina frá tí fyrsta manninum, Ádami. Og tí gera vit av og á nakað skeivt, sum vit kanska angra seinni. Av tí at Jesus læt sítt lív fyri okkum, kunnu vit fáa okkara syndir fyrigivnar. Tað er ein gáva, sum Gud hevur givið okkum. – Les Rómbrævið 3:23, 24.

Summi hava syndað so álvarsliga, at tey ivast í, um Gud kann fyrigeva teimum. Tá er tað gott at vita, at Bíblian sigur: „Blóð Jesusar … reinsar okkum frá allari synd.“ (1. Jóhannesarbræv 1:7) Jehova fyrigevur enntá álvarsligar syndir, viss vit virkuliga angra tað, sum vit hava gjørt. – Les Esaias 1:18.

Hvat skulu vit gera fyri at fáa fyrigeving?

Um Jehova skal fyrigeva okkum, so mugu vit læra hann at kenna og vita, hvat hann vil hava okkum at gera. (Jóhannes 17:3) Jehova vil gjarna fyrigeva teimum, sum angra tað skeiva, tey hava gjørt, og royna at broyta seg. – Les Ápostlasøguna 3:19.

Tað ber til at gleða Gud. Hann kennir okkara veikleikar, og hann er bæði miskunnsamur og kerligur. Gevur hetta tær ikki hug at vita meira um, hvussu tú kanst gleða hann? – Les Sálm 103:13, 14.