Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 103

Hirðar eru gávur

Hirðar eru gávur

(Efesusbrævið 4:8)

  1. 1. Okkum til hjálpar Gud hevur veitt

    hirðar at røkta seyð.

    Teir ganga undan, vísa Guds veg

    burtur úr synd og neyð.

    (NIÐURLAG)

    Gud gevur samkomum góðar menn,

    hirðar, sum álit er í.

    Fylgið teir røkta, vit elska teir,

    dýrabart er teirra stríð.

  2. 2. Hirðar, ið mildir geva sær far,

    varnast, hvar tørvur er.

    Eru vit trongd, so veita teir hjálp,

    vanda sær orð og gerð.

    (NIÐURLAG)

    Gud gevur samkomum góðar menn,

    hirðar, sum álit er í.

    Fylgið teir røkta, vit elska teir,

    dýrabart er teirra stríð.

  3. 3. Hirðarnir vilja fylginum væl,

    minna á alt Guds ráð.

    Teir veita lívd, um illveðursæl

    stundum kann herja á.

    (NIÐURLAG)

    Gud gevur samkomum góðar menn,

    hirðar, sum álit er í.

    Fylgið teir røkta, vit elska teir,

    dýrabart er teirra stríð.