Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu kanst tú stýra tínari alkoholnýtslu?

Hvussu kanst tú stýra tínari alkoholnýtslu?

 Nøkur drekka meira alkohol, tá ið tey føla seg einsamøll, eru strongd ella keða seg. Ert tú farin at drekka meira, enn tú plagdi? Um so er, hvussu kanst tú so tryggja tær, at tú ikki drekkur for nógv ella verður bundin av alkoholi? Her eru nøkur góð ráð, sum kunnu hjálpa tær at stýra tínari alkoholnýtslu.

 Hvat vil tað siga at drekka við máta?

 Bíblian sigur: „Ver ikki ein av teimum, sum fylla seg av víni.“ – Orðtøkini 23:20.

 Hugsa um hetta: Bíblian sigur ikki, at tað er skeivt at drekka alkohol við máta. (Prædikarin 9:7) Men hon ger mun á at drekka við máta, at drekka for nógv og at drekka seg fullan. (Lukas 21:34; Efesusbrævið 5:18; Titusarbrævið 2:3) Sjálvt um tú ikki drekkur teg fullan, kann for nógv alkohol hava negativa ávirkan á tínar avgerðir, tína heilsu og tey, sum tú ert saman við. – Orðtøkini 23:29, 30.

 Nógvir myndugleikar á økinum gera mun á at drekka við máta og at drekka for nógv, og teir rokna tað ofta út frá, hvussu nógvar alkoholeindir ein persónur drekkur um dagin, ella hvussu nógvar dagar í vikuni hann drekkur. a Men tað er ymiskt, hvussu alkohol ávirkar fólk, og viðhvørt er tað best slett ikki at drekka. Heimsheilsustovnurin (WHO) sigur:

 „Bara eitt ella tvey gløs kunnu vera for nógv, til dømis …

  •   viss tú skalt koyra bil ella passa eina maskinu

  •   viss tú ert upp á vegin ella gevur bróst

  •   viss tú tekur ávísan heilivág

  •   viss tú hevur onkra ávísa sjúku

  •   viss tú ikki klárar at steðga aftur.“

 Hvussu veit mann, um alkoholnýtsla er blivin til alkoholmisnýtslu?

 Bíblian sigur: „Latið okkum rannsaka vegir okkara og granska teir.“ – Sorgarsongirnir 3:40.

 Hugsa um hetta: Viss tú við jøvnum millumbili hugsar um, hvussu nógv tú drekkur, og gert neyðugar broytingar, kanst tú sleppa undan skaðiligum avleiðingum av alkoholi. Punktini niðanfyri kunnu vísa, um tú ert við at missa tamarhaldið.

  •   Tú mást drekka fyri at hava tað gott. Tú dugir ikki at slappa av, vera saman við øðrum ella hava tað stuttligt uttan at drekka. Tú drekkur fyri at klára tínar trupulleikar.

  •   Tú drekkur meira nú enn fyrr. Tú drekkur oftari. Tað, sum tú drekkur, er sterkari nú, og tú noyðist at drekka meira av tí fyri at fáa tað sama burturúr.

  •   Alkohol hevur givið tær trupulleikar heima ella á arbeiðsplássinum. Tú brúkar til dømis fleiri pengar upp á alkohol, enn tú hevur ráð til.

  •   Tú tekur býttar avgerðir, tá ið tú hevur drukkið. Tú velur kanska at koyra, svimja ella passa eina maskinu.

  •   Onnur siga, at tey eru bangin um teg og títt drekkarí. Tá ið tey gera tað, forsvarar tú teg. Tú krógvar, at tú drekkur, og lýgur um, hvussu nógv tú drekkur.

  •   Tað er ringt hjá tær at steðga aftur. Tú hevur roynt at drekka minni ella at halda uppat, men tú klárar tað ikki.

 Fimm góð ráð, sum kunnu hjálpa tær at stýra tínari alkoholnýtslu

 1. Ger eina ætlan.

 Bíblian sigur: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ – Orðtøkini 21:5.

 Royn hetta: Vel, hvørjar dagar í vikuni tú vilt drekka. Set eitt rímiligt mark fyri, hvussu nógv tú vilt drekka teir dagarnar. Og hav í minsta lagi tveir alkoholfríar dagar um vikuna.

 „Besti mátin at minka um vandan fyri at blíva bundin av alkoholi er, at mann javnan hevur alkoholfríar dagar,“ sigur ein felagsskapur í Bretlandi, sum upplýsir um alkohol.

 2. Ger tað, sum tú hevur sett tær fyri.

 Bíblian sigur: „Fullførið nú eisini verkið!“ – 2. Korintbræv 8:11.

 Royn hetta: Finn út av, hvussu stór ein alkoholeind er, so tú kanst halda skil á og vita, akkurát hvussu nógv tú drekkur. Finn sunnar alkoholfríar drykkir, sum tær dámar, og royn altíð at eiga teir inni.

 „Smáar broytingar kunnu gera stóran mun, tá ið talan er um at minka um vandan fyri at fáa alkoholtrupulleikar,“ sigur U.S. National Institute on Alcohol Abuse and Alcoholism.

 3. Halt fast við tað, sum tú hevur sett tær fyri.

 Bíblian sigur: „Lat ja tykkara vera ja, og nei tykkara vera nei.“ – Jákupsbrævið 5:12, Nýggi Sáttmálin.

 Royn hetta: Ver klárur at siga nei upp á ein fólkaligan og sannførandi máta, viss onkur bjóðar tær okkurt at drekka, tá ið tú hevur sett tær fyri ikki at drekka.

 „Jú skjótari tú sigur nei til eitt sovorðið tilboð, jú meira sannlíkt er tað, at tú klárar at standa ímóti freistingini,“ sigur U.S. National Institute on Alcohol Abuse and Alcoholism.

 4. Hugsa um fyrimunirnar við at gera tað, sum tú hevur sett tær fyri.

 Bíblian sigur: „Betri er endi málsins enn byrjanin.“ – Prædikarin 7:8.

 Royn hetta: Skriva ein lista við øllum orsøkunum til, at tú gjarna vilt hava tamarhald á tínari alkoholnýtslu. Tú kanst skriva sovorðið sum betri svøvn, betri heilsu, betri fíggjarstøðu og betri samband við onnur. Viss tú tosar við onnur um tað, sum tú hevur sett tær fyri, er tað gott at leggja dent á fyrimunirnar heldur enn avbjóðingarnar.

 5. Bið Gud hjálpa tær.

 Bíblian sigur: „Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“ – Filippibrævið 4:13.

 Royn hetta: Viss tú hevur varhugan av, at tú drekkur for nógv, kanst tú biðja Gud um hjálp. Bið hann geva tær styrki og sjálvstamarhald. b Og tak tær tíð til at finna út av, hvørji góð ráð Bíblian gevur. Við Guds hjálp kanst tú læra at stýra tínari alkoholnýtslu.

a Til dømis siga amerikansku heilsumyndugleikarnir, at tað er vandamikið hjá „kvinnum at drekka 4 ella fleiri eindir um dagin ella 8 ella fleiri eindir um vikuna, og hjá monnum at drekka 5 ella fleiri eindir um dagin ella 15 ella fleiri eindir um vikuna“. Støddin á eini alkoholeind kann vera ymisk frá landi til land. Tú kanst spyrja tín egna lækna, hvat er ráðiligt í tínum føri.

b Viss tú ikki dugir at stýra tínari alkoholnýtslu, kann tað vera neyðugt at fáa professionella hjálp.