Føroyskt
Hvør skapti Gud?
https://cms-imgp.jw-cdn.org/img/p/2014569/univ/art/2014569_univ_sqr_xl.jpg
w14 1/8

LESARIN SPYR ...

Hvør skapti Gud?

Hvør skapti Gud?

Ímynda tær ein pápa, sum tosar við sjeyára gamla sonin hjá sær. Hann sigur við hann: „Fyri langari, langari tíð síðani skapti Gud jørðina og alt, sum er á henni, og hann skapti eisini sólina, mánan og stjørnurnar.“ Drongurin hugsar um tað eina løtu og spyr so pápan: „Babba, hvør hevur skapt Gud?“

Pápin svarar: „Eingin hevur skapt Gud, tí hann hevur altíð verið til.“ Drongurin góðtekur hetta svarið fyri fyrst. Men tá ið hann verður eldri, hugsar hann aftur um spurningin. Hann hevur ringt við at skilja, hvussu nakar kann vera til uttan at hava havt eina byrjan, tí sjálvt alheimurin hevur eina byrjan. ’So hvar er Gud komin frá?’ hugsar hann.

Hvat sigur Bíblian? Hon sigur nakað tað sama, sum pápin svaraði soninum. Móses skrivaði: „HARRI, ... áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!“ (Sálmur 90:1, 2) Esaias profetur segði nakað líknandi: „Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er.“ (Esaias 40:28) Og í Judasarbrævinum verður sagt um Gud, at hann hevur verið „framman undan allari tíð“. – Judasarbrævið 25.

Hesi bíbliuørindini vísa, at Gud er „ævinnar kongur“, eins og ápostulin Paulus skrivar. (1. Timoteusarbræv 1:17, Nýggi Sáttmálin) Tað merkir, at Gud altíð hevur verið til, líkamikið hvussu langt aftur í tíðina vit fara. Og hann fer eisini altíð at vera til. (Opinberingin 1:8) Tað er altso eitt grundleggjandi eyðkenni fyri hin alvalda, at hann altíð hevur verið til og altíð fer at vera til.

Hví er tað so ringt hjá okkum at skilja, at Gud altíð hevur verið til? Samanborið við Jehova er okkara lív sera stutt, og tí meta vit ikki tíðina upp á sama máta, sum hann ger. Av tí at Gud er ævigur, eru túsund ár hjá honum sum ein dagur. (2. Pætursbræv 3:8) Vit kunnu lýsa tað upp á henda mátan: Man ein fullvaksin grashoppa, sum bara livir í umleið 50 dagar, skilja, at vit menniskju kunnu liva í 70 ella 80 ár? Neyvan! Hugsa so um, at Bíblian sigur, at vit eru sum grashoppur í mun til okkara stóra skapara. Tað merkir so eisini, at hann er nógv klókari enn vit. (Esaias 40:22; 55:8, 9) So tað er ikki so løgið, at vit menniskju ikki skilja alt um Jehova.

Sjálvt um tað er ringt at skilja, at Gud altíð hevur verið til, so gevur tað góða meining. Um tað var onkur annar, sum skapti Gud, var tað hann, sum var skaparin. Men sum Bíblian sigur, er tað Jehova, sum „hevur skapt alt“. (Opinberingin 4:11) Vit vita eisini, at einaferð var alheimurin ikki til. (1. Mósebók 1:1, 2) Hvussu bleiv hann til? Tann, sum skapti hann, mátti vera til fyrst. Skaparin má eisini hava verið til, áðrenn aðrar intelligentar verur blivu skaptar, sum til dømis hansara einborni sonur og einglarnir. (Job 38:4, 7; Kolossebrævið 1:15) So tað er týðiligt, at hann má hava verið til einsamallur fyrst. Hann kann ikki vera skaptur, tí einki var til, sum kundi havt skapt hann.

At vit og alheimurin eru til, prógvar, at ein ævigur Gud er til. Hann, sum skapti alheimin og ásetti lógirnar, sum stýra honum, má hava verið til áðrenn alt annað. Tað kann bara vera hann, sum hevur givið øllum øðrum lív. – Job 33:4.