Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Maremagnum/Corbis Documentary via Getty Images

VER VAKIN!

Byrjar Harmageddon í Ísrael? Hvat sigur Bíblian?

Byrjar Harmageddon í Ísrael? Hvat sigur Bíblian?

 Bíblian sigur ikki, at Harmageddonkríggið bara ávirkar eitt ávíst øki á jørðini, men at tað er eitt heimsumfatandi kríggj millum allar mannastjórnir og Gud.

  •   „Illir andar … fara út til kongarnar á øllum jarðarríki – at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda. Teir savnaðu teir saman á staðnum, ið á hebraiskum eitur Harmageddon.“ – Opinberingin 16:14, 16.

 Orðið „Harmageddon“ kemur frá tí hebraiska orðinum Har Meghiddohn og merkir „Megiddofjall“. Megiddo var ein býur í fortíðar Ísrael. Tað er orsøkin til, at nøkur halda, at Harmageddonkríggið verður í Ísrael. Men hvørki økið rundan um Megiddo ella nakað annað øki í Miðeystri er nóg stórt til at rúma ’kongunum á øllum jarðarríki’ og herunum hjá teimum.

 Opinberingin bleiv skrivað „í teknum“, ella við myndamáli. (Opinberingin 1:1) Harmageddon vísir ikki til eitt bókstavligt stað, men til eina heimsumfatandi støðu, har allar tjóðir saman gera eina síðstu roynd at stríðast ímóti Guds stýri. – Opinberingin 19:11-16, 19-21.