Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er stóra trongdin?

Hvat er stóra trongdin?

Bíblian svarar

 Stóra trongdin verður tann ringasta tíðin, sum menniskju nakrantíð koma at uppliva. Eftir tí, sum Bíblian profeterar, kemur hon á „síðstu døgum“, ella í „tíð endans“. (2. Timoteusarbræv 3:1; Dániel 12:4) Hetta verður „slík trongd, sum ikki hevur verið higartil, frá tí skapningurin varð til, sum Gud skapti, og sum heldur ikki skal koma“. – Markus 13:19; Dániel 12:1; Matteus 24:21, 22.

Hvat hendir í stóru trongdini?

  •   Falskur átrúnaður verður fyribeindur. Falskur átrúnaður fær ein brádligan enda. (Opinberingin 17:1, 5; 18:9, 10, 21) Tey politisku veldini, sum verða umboðað av teimum Sameindu tjóðunum, fremja Guds vilja, tá ið tey gera enda á følskum átrúnaði. – Opinberingin 17:3, 15-18. a

  •   Álop á sannan átrúnað. Í eini sjón, sum Ezekiel fekk, nevnir hann „Gog í Magogslandi“. Tað sipar til eina samgongu av tjóðum, sum fer at royna at beina fyri teimum, sum tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan. Men Gud fer at verja sítt fólk. – Ezekiel 38:1, 2, 9-12, 18-23.

  •   Øll, sum búgva á jørðini, verða dømd. Jesus fer at døma øll menniskju, og hann fer at „skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðin frá bukkunum“. (Matteus 25:31-33) Hvør einstakur verður dømdur eftir tí, sum hann hevur gjørt ella ikki gjørt fyri at stuðla Jesu „brøðrum“, teimum sum skulu ráða við honum í himli. – Matteus 25:34-46.

  •   Tey, sum skulu ráða í Guds ríki, verða savnað inn. Tey trúføstu, sum eru útvald at ráða við Kristusi, enda sítt lív her á jørðini og verða reist upp til lív í himli. – Matteus 24:31; 1. Korintbræv 15:50-53; 1. Tessalonikabræv 4:15-17.

  •   Harmageddon. Tað er ’bardagin hin stóra dag Guds hins Alvalda’. Hann verður eisini nevndur ’HARRANS dagur’. (Opinberingin 16:14, 16; Esaias 13:9; 2. Pætursbræv 3:12) Tey, sum fáa ringan dóm frá Jesusi, verða fyribeind. (Zefanias 1:18; 2. Tessalonikabræv 1:6-10) Tann heimsumfatandi politiska skipanin, sum í Bíbliuni verður lýst sum eitt dýr við sjey høvdum, verður eisini fyribeind. – Opinberingin 19:19-21.

Hvat hendir eftir stóru trongdina?

  •   Satan og illu andarnir verða avbyrgdir. Ein máttmikil eingil fer at kasta Satan og illu andarnar „í avgrundina“, sum ímyndar eina støðu, ið líkist deyðanum, har teir einki fáa gjørt. (Opinberingin 20:1-3) Hjá Satani er tað at vera í avgrundini sum at vera í fongsli. Hann sleppur ikki at gera sína ávirkan galdandi nakrastaðni. – Opinberingin 20:7.

  •   Túsundáraríkið byrjar. Guds ríki fer at ráða í túsund ár og gera alt møguligt gott fyri menniskjuni. (Opinberingin 5:9, 10; 20:4, 6) Ein stórur skari, sum eingin veit talið á, yvirlivir stóru trongdina og sleppur at síggja túsundáraríkið byrja á jørðini. – Opinberingin 7:9, 14; Sálmur 37:9-11.

a Í Opinberingini verður falskur átrúnaður nevndur Bábylon hin stóra, ’hin stóra skøkjan’. (Opinberingin 17:1, 5) Skarlaksreyða dýrið, sum fer at oyðileggja Bábylon hina stóru, ímyndar ein felagsskap, sum hevur til endamáls at sameina og umboða tjóðirnar í heiminum. At byrja við var hesin felagsskapurin Fólkasamgongan, men nú er hann kendur sum Sameindu tjóðirnar.