Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Brúka filmar, tá ið tú undirvísir

Brúka filmar, tá ið tú undirvísir

Visuelt tilfar vekur áhuga og hjálpir fólki at skilja og minnast tað, tey læra. Stóri skapari okkara, Jehova, brúkti visuella undirvísing. (1Mós 15:5; Jer 18:1-6) Og tað gjørdi stóri lærarin, Jesus, eisini. (Mt 18:2-6; 22:19-21) Eitt, sum hevur riggað væl tey seinnu árini, er filmar. Brúkar tú filmar, tá ið tú undirvísir tínum bíbliulestrarnæmingum?

Tíggju filmar eru gjørdir, sum kunnu hjálpa okkum, tá ið vit brúka heftið Góð tíðindi frá Gudi í undirvísingini. Sum oftast svarar heitið á einum filmi til ein av spurningunum, sum standa við feitari skrift í heftinum. Í netútgávuni eru leinki, sum minna okkum á, nær vit skulu vísa ein film. Haraftrat eru aðrir filmar, sum hóska til ymiska lestrartilfarið í okkara amboðskassa.

Lesa tú og næmingurin í løtuni um eitt bíbilskt evni, sum hann hevur ilt við at skilja? Ella hevur hann okkurt serligt at stríðast við? So kanst tú finna ein film á jw.org® ella JW Broadcasting®, sum kann hjálpa honum. Kanska kunnu tit hyggja at filminum saman og so tosa um hann aftaná.

Nýggir filmar koma hvønn mánað. Tá ið tú hyggur at teimum, kanst tú hugsa um, hvussu tú kanst brúka teir í undirvísingini.