Far beinleiðis til innihaldið

Hon fann meiningina við lívinum

Hon fann meiningina við lívinum

Hvat hendir í boðanini?

Hon fann meiningina við lívinum

JESUS kennir seyðin hjá sær. (Jóhannes 10:14) Fólk, sum hava eitt gott hjarta og leingjast eftir friði og rættvísi, føla seg drigin at teimum, sum fylgja Jesusi. Og sovorðin fólk finna meiningina við lívinum. Hoyr, hvat ein kona úr Belgia sigur:

Fyrstu ferð Jehova vitni bankaðu uppá hjá mær, var eg so kedd og deprimerað, at eg ikki orkaði at liva longur. Tey fortaldu, at tað ber til at loysa allar trupulleikarnar í heiminum, og tað dámdi mær væl at hoyra. Men mær dámdi ikki tankan um, at tað var Gud, sum skuldi gera tað. Orsøkin var helst, at eg átta ár frammanundan var givin at ganga í kirkju, tí eg sá so nógvan dupultmoral har. Men tað, sum Jehova vitni søgdu, ljóðaði rætt, og eg skilti, at tað faktiskt ikki ber til at fáa eitt gott lív uttan Gud.

Tá ið Jehova vitni høvdu vitjað meg nakrar ferðir, misti eg tíverri sambandið við tey. Eg hevði tað ræðuligt. Eg roykti tveir pakkar av sigarettum um dagin, og eg fór eisini at taka rúsevni. Eg vildi so gjarna sleppa at tosa við abba mín, sum var deyður, og tí fór eg at fáast við okkultismu. Tað hevði so við sær, at eg bleiv plágað av illum andum um náttina, og tað vardi í fleiri mánaðir. Hvørt kvøld var eg ræðslusligin bara við tankan um at vera einsamøll.

Ein dagin, tá ið eg fór at ganga túr, fór eg ein annan veg, enn eg plagdi, og kom fram á eitt stórt byggipláss. Tað undraði meg, at har vóru so nógv fólk, so eg fór eitt sindur nærri. Og tá sá eg, at tað vóru Jehova vitni, sum vóru í ferð við at byggja ein ríkissal. Tað minti meg á tær ferðirnar, Jehova vitni høvdu vitjað meg, og eg hugsaði, at heimurin hevði verið eitt nógv betri stað, um øll vóru sum tey.

Eg vildi so gjarna, at Jehova vitni komu at vitja meg aftur, og tí fór eg yvir til fólkini á byggiplássinum og prátaði við tey. Eg bað eisini til Gud, og tíggju dagar seinni stóð tann sami maðurin, sum hevði vitjað meg fyrstu ferð, uttan fyri hurðina. Hann spurdi, um vit ikki skuldu halda fram at kanna Bíbliuna saman. Tað vildi eg gjarna. Hann bjóðaði mær eisini við á møti beinanvegin, og tað segði eg eisini ja til. Eg hevði ongantíð upplivað nakað líknandi. Fólk vóru so glað og góð við hvønn annan. Endiliga hevði eg funnið tað, sum eg hevði leitað eftir.

Aftan á tað fór eg at ganga fast á møtini, og umleið tríggjar vikur seinni legði eg av at roykja. Eg blakaði allar bøkur um astrologi og plátur við sataniskum tónleiki burtur. So við og við føldi eg, hvussu illu andarnir mistu takið á mær. Eg fekk mítt lív at samsvara við tað, sum Bíblian lærir, og tríggjar mánaðir seinni fór eg við út at boða tey góðu tíðindini. Aftan á seks mánaðir bleiv eg doypt, og tveir dagar seinni bleiv eg hjálparpionerur.

Eg takki Jehova fyri alt tað góða, hann hevur gjørt fyri meg. Endiliga gevur lívið meining. Ja, navnið hjá Jehova er virkuliga sum eitt sterkt torn, ið hevur bjargað mær. (Orðtøkini 18:10) Eg havi tað akkurát sum sálmaskaldið, ið skrivaði: „Betri er ein dagur í forgørðum Tínum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum.“ – Sálmur 84:11.

Henda eyðmjúka konan fann meiningina við lívinum. Og tað kunnu øll, sum hava eitt gott hjarta og gjarna vilja læra Jehova at kenna.