Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 77

Teir vildu ikki boyggja seg niður

Teir vildu ikki boyggja seg niður

MINNIST tú at tú hoyrdi um hesar tríggjar ungu menninar? Teir eru Dániels vinir, teir ið ikki vildu eta kongsins mat. Bábyloniarar nevndu teir Sadrak, Mesak og Abed-Nego. Men hygg nú at bílætinum. Teir standa upprættir, meðan øll hini boyggja seg niður. Hví boyggja teir seg ikki niður framman fyri tí stóru standmyndini sum øll hini gera? Jú, hoyr nú!

Minnist tú lógirnar sum Jehova sjálvur skrivaði, tey tíggju boðini? Tað fyrsta boðið ljóðar soleiðis: ’Tú mást ikki tilbiðja aðrar gudar enn meg.’ Teir ungu menninir lýða lógina, hóast tað setur teir í eina trupla støðu. Teir vilja ikki dýrka falskar gudar, teir vilja einans tilbiðja Jehova, um tað so skal kosta teimum lívið.

Nebukadnezar, kongurin í Bábylon, hevur kallað nógvar týðandi menn saman fyri at teir skulu tilbiðja eina standmynd sum hann hevur latið reisa. Hann hevur beint nú sagt við allar: ’Tá ið tit hoyra ljóðið av hornum, hørpum og øðrum ljóðførum, skulu tit boyggja tykkum niður og tilbiðja gullstandmyndina. Ein og hvør sum ikki boyggir seg niður og tilbiður, skal alt í einum verða kastaður í ein brennandi eldovn.’

Tá Nebukadnezar hoyrir at Sadrak, Mesak og Abed-Nego ikki hava boygt seg niður, øsir hann seg upp. Hann sendir boð eftir teimum, og gevur teimum av nýggjum høvi at boyggja seg niður. Men teir ungu menninir líta á Jehova. ’Gud okkara, sum vit dýrka, er mentur at bjarga okkum,’ siga teir við Nebukadnezar. ’Men um hann so ikki bjargar okkum vilja vit kortini ikki boyggja okkum niður framman fyri gullstandmyndini hjá tær.’

Nú verður Nebukadnezar í øðini. Ein eldovnur er tætt hjá, og hann rópar: ’Gerið ovnin sjey ferðir so heitan, sum hann er vanur at vera!’ Síðan letur hann sínar sterkastu hermenn binda Sadrak, Mesak og Abed-Nego og kasta teir inn í ovnin. Hann er nú so heitur at teir sterku hermenninir brennast í hel í loganum. Men hvussu er vorðið við teimum trimum ungu monnunum ið vórðu kastaðir inn í ovnin? Brennast Sadrak, Mesak og Abed-Nego ikki eisini í hel í loganum?

Kongurin hyggur inn í ovnin — og nú ræðist hann. ’Kastaðu vit ikki tríggjar menn bundnar inn í eldin?’ spyr hann.

’Jú, so var,’ svara tænararnir.

’Men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum,’ sigur hann, ’og eldurin ger teimum einki. Og hin fjórði líkist einum gudasyni.’ Kongurin nærkast ovnhurðini og rópar: ’Sadrak, Mesak og Abed-Nego! Tit, tænarar hins hægsta Guds, komið út higar!’

Tá teir koma út, síggja øll at einki er hent teimum. Nú sigur kongurin: ’Prísaður veri Gud Sadraks, Mesaks og Abed-Negos! Hann sendi eingil sín og bjargaði teimum tí teir ikki vildu boyggja seg niður fyri nøkrum øðrum gudi enn sínum egna.’

Teirra trúfesti móti Jehova er okkum eitt gott fyridømi, heldur tú ikki?