Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 90

Kvinnan við brunnin

Kvinnan við brunnin

JESUS ger steðg við ein brunn í Samaria. Lærisveinarnir hjá honum eru farnir inn í býin at keypa mat. Kvinnan Jesus tosar við her, er komin eftir vatni. Hann sigur: ’Gev mær eitt sindur at drekka.’

Kvinnan er bilsin. Hví tað? Tí Jesus er jødi, og hon er úr Samaria, samversk. Og teimum flestu jødum dámar ikki samverjar. Teir vilja ikki so mikið sum tosa við teir! Men Jesus er góður við øll menniskju. Hann sigur: ’Um tú visti hvør tað er ið biður teg um vatn, hevði tú sjálv biðið hann um vatn, og so hevði hann givið tær lívgevandi vatn.’

’Brunnurin er djúpur,’ sigur kvinnan, ’og tú hevur onga spann. Hvaðani skalt tú tá fáa lívgevandi vatn?’

’Drekkur tú vatn úr hesum brunninum, verður tú tyst aftur,’ greiðir Jesus frá. ’Men vatnið eg vil geva, kann geva menniskjum ævigt lív.’

’Gev mær av tí vatninum, Harri!’ sigur hon. ’So verði eg ongantíð tyst aftur, og eg noyðist ikki at koma higar aftur eftir vatni.’

Kvinnan heldur Jesus tosar um vanligt vatn. Men hann tosar um sannleikan um Gud og hansara ríki. Tann sannleikin er sum lívgevandi vatn. Hann kann geva menniskjum ævigt lív.

Men nú sigur Jesus við hana: ’Far eftir manninum hjá tær og kom síðan aftur.’

’Eg havi ongan mann,’ svarar hon.

’Tað er rætt,’ sigur Jesus. ’Men tú hevur havt fimm menn, og hann tú nú býrt saman við, er ikki maður tín.’

Kvinnan undrast, tí tað er rætt sum hann sigur. Hvussu visti Jesus tað? Hann veit tað tí hann er tann Gud lovaði at senda, og Gud hevur sagt honum tað. Nú koma Jesu lærisveinar aftur, og teir verða bilsnir tá teir síggja hann tosa við eina samverska kvinnu.

Hvat kann hetta læra okkum? At Jesus er vinaligur móti fólki av øllum rasum. Tað skulu vit eisini vera. Vit skulu ikki halda at summi eru ónd bara tí tey hoyra til eitt annað fólkaslag. Jesus vil at øll skulu hoyra um sannleikan ið førir til ævigt lív. Og vit mugu vera fús at hjálpa fólki at læra um sannleikan.