Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 54

Sterkasti maðurin

Sterkasti maðurin

HVØR er tann sterkasti maðurin ið nakrantíð hevur livað? Hann æt Samson, og hann var dómari. Tað var Jehova ið gav Samson allar kreftirnar. Áðrenn Samson varð føddur segði Jehova við mammu hansara: ’Tú fært skjótt ein son. Hann skal ganga á odda fyri Ísrael og bjarga tí undan filistarum.’

Filistararnir eru eitt ónt fólkaslag sum býr í Kána’an. Teir hava nógvar hermenn, og teir fara illa við ísraelsfólki. Ein dagin tá Samson skal fara hagar sum filistarar búgva, kemur ein leyva ýlandi ímóti honum. Men Samson tekur leyvuna og drepur hana við berum hondum. Hann drepur eisini fleiri hundrað óndar filistarar.

Seinni verður Samson góður við eina kvinnu ið eitur Dalila. Høvdingarnir hjá filistarum lova, at hvør teirra skal geva Dalilu 1100 silvurstykki, um hon sigur teimum hvat tað er sum ger Samson so sterkan. Allar teir pengarnar vil Dalila fegin hava. Hon er eingin sannur vinur hjá Samson, heldur ikki hjá Guds fólki. So nú blívur hon við at spyrja Samson hvat tað er sum ger hann so sterkan.

At enda sigur Samson henni loyndarmálið. ’Hárið hjá mær er ongantíð klipt,’ sigur hann. ’Frá tí eg varð føddur varð eg valdur at vera nasireari, ein serligur Guds tænari. Verður hárið hjá mær klipt, missi eg styrkina.’

Dalila fær Samson at sovna við høvdinum í fangi sínum. Síðan rópar hon ein mann, ið kemur og klippir hárið av Samson. Tá nú Samson vaknar, hevur hann mist styrki sína. Filistarar koma beinanvegin og fanga hann. Teir stinga bæði eyguni út á honum og gera hann til træl.

Ein dagin halda filistarar eina stóra veitslu til æru fyri gud sín, Dagon, og teir fara í fangahúsið eftir Samson fyri at halda hann fyri gjøldur. Men ímeðan er hárið á Samson vaksið. Hann sigur við dreingin ið leiðir hann: ’Lat meg fáa nomið við stólparnar ið húsið hvílir á.’ Samson biður Jehova um styrki, og hann tekur um stólparnar. So rópar hann: ’Lat meg doyggja saman við filistarum.’ Okkurt um 3000 filistarar eru til veitsluna. Samson trýsti nú alt hann orkaði móti teimum báðum stólpunum, og alt húsið raplaði saman og drap øll tey óndu menniskjuni.