Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

„Eg hevði fleiri spurningar enn svar“

„Eg hevði fleiri spurningar enn svar“
  • Føddur: 1976

  • Heimland: Honduras

  • Fortíð: Prestur í eini kirkju

BAKGRUND

Eg bleiv føddur í La Ceiba í Honduras sum tann yngsti av fimm børnum og einasti drongurin. Eg var eisini tann einasti deyvi í familjuni. Vit búðu í einum vandamiklum býlingi og vóru ógvuliga fátæk. Uppaftur verri bleiv tað, tá ið eg var umleið fýra ára gamal, tí tá doyði pápi mín í einari vanlukku á arbeiðsplássinum.

Mamma mín gjørdi sítt besta fyri at taka sær av mær og systrunum hjá mær, men hon hevði sjáldan ráð at keypa mær klæðir. Tá ið tað regnaði, var eg ofta kaldur, tí eg átti eingi heit klæðir at fara í.

Í uppvøkstrinum lærdi eg hondurskt teknmál og var tí førur fyri at samskifta við onnur deyv. Men mamma og systrarnar hjá mær dugdu ikki teknmál, og tá ið tær tosaðu við meg, dugdu tær bara at brúka nakrar fáar handakeipur og nøkur fá tekn, sum tær sjálvar funnu upp á. Men mamma elskaði meg og ansaði væl eftir, at eg ikki kom í vanda. Við teimum fáu teknunum, hon dugdi, ávaraði hon meg ímóti at fáa ringar vanar, sum til dømis at roykja og drekka. Tað eri eg takksamur fyri, tí eg bleiv ongantíð bundin av nøkrum av hesum.

Tá ið eg var lítil, plagdi mamma at taka meg við í katólsku kirkjuna, men eg skilti einki, tí eingin umsetti til teknmál fyri meg. Eg keddi meg so illa, at eg helt uppat at ganga í kirkju, tá ið eg var tíggju. Kortini hevði eg framvegis hug at læra nakað um Gud.

Í 1999, tá ið eg var 23 ára gamal, hitti eg eina kvinnu úr USA, sum hoyrdi til eina evangeliska kirkju. Hon gav mær bíbliuundirvísing og lærdi meg amerikanskt teknmál. Mær dámdi so væl alt tað, eg lærdi um Bíbliuna, at eg setti mær fyri at blíva prestur. Eg flutti tí til Puerto Riko og kom á ein kristnan læraraskúla fyri deyv. Tá ið eg kom aftur til La Ceiba í 2002, stovnaði eg við stuðli frá nøkrum av mínum vinum eina kirkju fyri deyv. Ein av hesum vinunum var Patricia, sum seinni bleiv kona mín.

Sum prestur í okkara kirkju prædikaði eg á hondurskum teknmáli, vísti myndir av bíbliusøgum og framførdi søgurnar í leiki fyri at hjálpa teimum deyvu at skilja tær. Eg vitjaði eisini deyv fólk í grannabýunum fyri at líva tey upp og hjálpa teimum við teirra trupulleikum. Ja, eg gjørdi enntá eina trúboðanarferð til USA og til Sambia. Men í roynd og veru visti eg ikki serliga nógv um Bíbliuna. Eg fortaldi teimum tað, sum eg hevði fingið at vita, og tað, sum eg skilti av myndunum. Satt at siga hevði eg fleiri spurningar enn svar.

Ein dagin fóru nøkur í míni kirkju at fortelja lygnir um meg. Tey søgdu, at eg drakk, og at eg var ótrúgvur. Eg var bæði skuffaður og illur. Stutt eftir góvust Patricia og eg at koma í kirkjuna.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Jehova vitni høvdu ofta verið á hurðini hjá Patriciu og mær, men vit høvdu ongantíð lurtað eftir teimum. Men eftir at vit vóru farin úr kirkjuni hjá okkum, segði Patricia ja til at kanna Bíbliuna saman við einum pari, sum var Jehova vitni, og tey itu Thomas og Liccy. Tað hugtók meg, at tey dugdu teknmál, sjálvt um tey ikki vóru deyv. Og skjótt fór eg eisini at studera Bíbliuna saman við teimum.

Í nakrar mánaðir kannaðu vit Bíbliuna við at brúka filmar á amerikanskum teknmáli. Men tá ið nakrir av okkara vinum ákærdu Jehova vitni fyri at fylgja menniskjum, hildu vit uppat at studera við Jehova vitnum. Og hóast Thomas prógvaði fyri mær, at Jehova vitni ikki lata seg leiða av menniskjum, trúði eg honum ikki.

Nakrar mánaðir seinni, tá ið Patricia gjørdist sjúk av tunglyndi, bað hon til Gud um, at Jehova vitni skuldu koma aftur. Stutt eftir kom ein granni, sum var Jehova vitni, at vitja Patriciu og bjóðaði sær at biðja Liccy koma aftur og vitja hana. Liccy vísti seg at vera ein sannur vinur. Hvørja einastu viku kom hon at vitja Patriciu fyri at uppmuntra hana og lesa Bíbliuna við henni. Sjálvur hevði eg framvegis ikki fult álit á vitnunum.

Í 2012 høvdu Jehova vitni eitt serligt átak, har tey bjóðaðu filmin Vilt tú vita sannleikan? á hondurskum teknmáli. Liccy gav okkum eitt eintak av filminum. Tá ið eg sá hann, skelkaði tað meg at síggja, at nógv av tí, sum eg plagdi at læra onnur, til dømis um eitt brennandi helviti og eina ódeyðiliga sál, ikki stóð í Bíbliuni.

Vikuna eftir fór eg í ríkissalin hjá Jehova vitnum at tosa við Thomas. Eg fortaldi honum, at eg fegin vildi læra tey deyvu sannleikan um Bíbliuna, men ikki sum eitt Jehova vitni. Eg hugsaði, at eg kundi stovna mína egnu nýggju kirkju fyri deyv. Thomas rósti mær fyri at hava tikið eina avgerð, men vísti mær so Efesusbrævið 4:5, sum leggur dent á, at einleiki er neyðugur í sonnu kristnu samkomuni.

Thomas gav mær eisini filmin Jehova vitni – Ein livandi trúgv, 1. partur: Út úr myrkrinum á amerikanskum teknmáli. Filmurin vísti, hvussu ein bólkur av monnum fór undir at kanna Bíbliuna væl og virðiliga fyri at fáa skil á, hvat hon sigur um grundleggjandi lærur. Meðan eg hugdi at filminum, sá eg meg sjálvan aftur í teimum monnunum. Eg leitaði, akkurát sum teir, eftir sannleikanum. Filmurin sannførdi meg um, at Jehova vitni læra fólk sannleikan, tí tey grunda sína trúgv á Bíbliuna og einki annað. Tí fór eg aftur í holt við bíbliulesturin, og í 2014 blivu Patricia og eg doypt sum Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Mær dámar samkomuna hjá Jehova vitnum, tí hon er rein, akkurát sum Gud er reinur. Tey, sum tæna Gudi har, hava reina talu og reinan atburð. Tey eru friðarlig og hjálpa hvørjum øðrum. Jehova vitni eru sameind og læra onnur teir somu sannleikarnar úr Bíbliuni, uttan mun til hvørjum landi tey eru í, ella hvat mál tey tosa.

Tað hevur glett meg at fáa skil á, hvat Bíblian veruliga lærir. Til dømis havi eg lært, at Jehova er hin alvaldi Gud, tann hægsti yvir allari jørðini. Hann elskar bæði tey, sum eru deyv, og tey, sum hoyra. Eg eri ómetaliga takksamur fyri, at Gud elskar meg. Eg havi eisini lært, at jørðin einaferð verður eitt vakurt paradís, og at vit kunnu sleppa at liva í allar ævir og fáa góða heilsu. Sum eg gleði meg til dagin, tá ið alt hetta verður veruleiki.

Patricia og eg elska at tosa við onnur deyv um Bíbliuna. Í løtuni lesa vit Bíbliuna saman við nøkrum úr tí kirkjuni, sum vit einaferð hoyrdu til. Men nú ivist eg ikki longur í tí, sum eg læri onnur, soleiðis sum eg gjørdi, tá ið eg var prestur. Við at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum havi eg endiliga fingið svar upp á mínar spurningar.