Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Profeti 2. Hungursneyð

Profeti 2. Hungursneyð

Profeti 2. Hungursneyð

„Hungur skal vera.“ – MARKUS 13:8.

● Ein maður hevur leitað sær skjól í bygdini Quaratadji í Niger saman við sínum yngru systkjum og nøkrum systkinabørnum. Tey eru flýdd undan hungursneyð. Men maðurin hevur lagt seg fyri seg sjálvan á eina mottu. Hví hevur hann tað? „Hann klárar ikki at breyðføða familjuna, og tí skammast hann,“ sigur Sidi, høvdingurin í bygdini.

FAKTA UM HUNGURSNEYÐ. Næstan sjeyndahvørt menniskja í heiminum fær ikki nokk at eta hvønn dag. Og støðan er enn verri í afrikansku londunum sunnan fyri Sahara, har roknað verður við, at triðihvør persónur gongur svangur alla tíðina. Fyri at skilja hetta kanst tú royna at ímynda tær eina familju við einum pápa, einari mammu og einum barni. Viss tey bara eiga mat til tvey, hvør skal so ganga svangur? Pápin, mamman ella barnið? Hetta er støðan hjá nógvum familjum hvønn dag.

HVAT SIGA NØKUR? Jørðin kann væl breyðføða øll menniskju, sum eru til í heiminum í dag. Tilfeingið skal bara umsitast betur.

PASSAR TAÐ? Tað er rætt, at landbúnaðurin framleiðir og útflytur fleiri matvørur nú enn nakrantíð fyrr. So tey, sum stýra í heiminum, áttu at kunnað syrgt fyri, at øll fingu nokk at eta. Men sjálvt um tey hava roynt í fleiri áratíggju, hevur tað ikki eydnast teimum.

HVAT HELDUR TÚ? Passar tað, sum Bíblian sigur um hungursneyð í Markus 13:8? Er matvørutrot ein trupulleiki í heiminum í dag, hóast nógv framstig eru gjørd innan tøkni?

Jarðskjálvtar og hungursneyð hava ofta ein annan trupulleika við sær, sum eisini er ein partur av tekninum um teir síðstu dagarnar.

[Tekstsendurgeving]

„Meira enn ein triðingur av teimum børnunum, sum doyggja av lungnabruna, diarré og øðrum sjúkum, kundu havt yvirlivað, um tey høvdu fingið nokk at eta.“ – ANN M. VENEMAN, FYRRVERANDI STJÓRI Í BARNAGRUNNI ST.

[Kelduávísing]

© Paul Lowe/Panos Pictures