Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Var Eden fyrsta heimið hjá menniskjunum?

Var Eden fyrsta heimið hjá menniskjunum?

Var Eden fyrsta heimið hjá menniskjunum?

HUGSA tær, at tú ert í einum hava. Tú hoyrir ongan gang, onga larmandi ferðslu. Havin er veldiga stórur, og alt er friðarligt. Og tað besta av øllum er, at tú ongar stúranir hevur. Tú følir teg frískan og fullan av orku. Alt er gott!

Tú sært allar tær vøkru blómurnar, tað glitrandi vatnið og skuggarnar frá trøunum, sum dansa í sólarljósinum. Tú følir summarlotið móti andlitinum. Tú kennir tann søta angan frá blómunum. Tú hoyrir vindin spæla sær millum bløðini í trækrúnunum, ánna, sum tutlar, og smáfuglarnar, sum syngja. Surrið frá øllum smákyktunum fortelur tær, at tey hava úr at gera. Tá ið tú sært alt hetta fyri tær, fært tú so ikki hug at vera har?

Í øllum heiminum finnast fólk, sum trúgva, at tey fyrstu menniskjuni búðu í einum hava sum hesum. Í nógvar øldir hava tey, sum hoyra til jødadómin, kristindómin og islam, lært, at Gud skapti tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, og setti tey í urtagarðin Eden. Bíblian fortelur okkum, at tey høvdu eitt gott lív og vóru lukkulig. Tey høvdu frið sínámillum, og tey høvdu frið við djórini. Tey høvdu eisini frið við Gud, sum hevði lovað teimum, at tey kundu búgva í hesum vakra heiminum í allar ævir. – 1. Mósebók 2:15-24.

Hinduar trúgva eisini, at eitt paradís hevur verið. Buddistar trúgva, at teirra stóru andaligu leiðarar, sum allir verða nevndir Budda, stava frá eini tíð, tá ið jørðin var sum eitt paradís. Og í Afrika eru nógvir átrúnaðir, sum hava frásøgur, ið minna nógv um frásøguna í Bíbliuni um Ádam og Evu.

Tankin um eitt paradís, sum hevur verið til fyri langari tíð síðani, gongur aftur í nógvum átrúnaðum og siðvenjum. Ein rithøvundur skrivaði: „Fyrr var tað vanligt í nógvum mentanum, at mann trúði, at tey fyrstu menniskjuni búðu í einum paradísi. Tey høvdu tað gott, har var einki at vera bangin fyri, og tey høvdu alt, sum skuldi til fyri at vera lukkulig. … Henda hugsanin fekk nógv at leingjast eftir tí paradísinum, sum hevði verið, og fólk fingu eitt ynski um at fáa tað aftur.“

Tá ið nú so nógvar mentanir hava hesar søgurnar um eitt paradís, kann tað so vera tí, at urtagarðurin Eden og Ádam og Eva veruliga hava verið til?

Í dag halda nógv, at tað er ein tápuligur tanki, og tí trúgva tey ikki upp á tað. Tað eru heldur ikki allir trúarleiðarar, sum trúgva, at urtagarðurin Eden hevur verið til. Teir siga, at tað bara er ein góð søga ella eitt líknilsi, sum fólk hava funnið upp á.

Vit finna sjálvandi líknilsi í Bíbliuni. Og Jesus fortaldi sjálvur nøkur av teimum, sum vit kenna allarbest. Men tá ið Bíblian fortelur okkum um urtagarðin Eden, er tað ikki bara eitt líknilsi ella ein góð søga, tað er nakað veruligt. Viss vit ikki høvdu kunnað litið á tað, sum Bíblian sigur um urtagarðin Eden, høvdu vit so kunnað litið á restina av Bíbliuni? Latið okkum nú fyrst kanna, hví summi hava ilt við at trúgva, at urtagarðurin Eden hevur verið til. Og aftaná kunnu vit kanna, hví frásøgan hevur týdning fyri okkum øll.