Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um jólini?

Hvat sigur Bíblian um jólini?

Bíblian svarar

 Bíblian sigur ikki, nær Jesus varð føddur og heldur ikki, at vit skulu halda hansara føðingardag. McClintock og Strong’s Cyclopedia sigur: „Jólini eru ikki ásett av Gudi og verða heldur ikki nevnd í NT [Nýggja testamenti].“

 Tá ið vit kanna søguna í sambandi við jólini, verður tvørturímóti avdúkað, at tey stava frá heidnum halgisiðum. Bíblian sigur, at vit særa Gud, um vit royna at tilbiðja hann á ein hátt, sum hann ikki góðkennir. – 2. Mósebók 32:5-7.

Jólasiðirnir og søgan

  1.   At halda føðingardag Jesusar. „Tey fyrstu kristnu hátíðarhildu ikki føðing [Jesusar], tí tey mettu føðingardagshald sum ein heidnan sið.“ – The World Book Encyclopedia.

  2.   Tann 24. ella 25. desember. Eingi prógv eru um, at Jesus varð føddur tá. Kirkjuleiðarar valdu helst 25. desember, tí hesin dagurin fall saman við heidnu veitslunum, ið vórðu hildnar í tíðarskeiðinum, sum verður rópt vetrarsólstøða.

  3.   Gávur og veitslur. The Encyclopedia Americana sigur: „Nógvir av kátu jólasiðunum stava frá rómversku saturnaliuveitsluni, sum varð hildin mitt í desember – millum annað ovfarakátu veitslurnar, tað at geva gávur og at tendra ljós.“ Encyclopædia Britannica sigur, at „alt arbeiði og alt handilsvirksemi varð steðgað“, meðan saturnaliuveitslan varð hildin.

  4.   Jólaljós. Sambært The Encyclopedia of Religion pyntaðu evropearar heimini við „ljósum og ymiskum veturgrønum plantum“ fyri at hátíðarhalda vetrarsólstøðuna og verja seg fyri illum andum.

  5.   Mistilteinur og kristtorn. „Druidar [keltiskir prestar í fornøldini] hildu, at mistilteinurin hevði serliga gandakraft. Veturgrøna kristtornin varð tilbiðin sum eitt lyfti um, at sólin skuldi koma aftur.“ – The Encyclopedia Americana.

  6.   Jólatræ. „Tað var vanligt millum heidnar evropearar at tilbiðja trø, og tað hildu teir fram at gera, eftir at teir blivu umvendir til kristindómin.“ Hetta sæst millum annað í siðinum at „seta eitt jólatræ við eina inngongd ella inni í einum húsi í sambandi við veitslurnar á hávetri“. – Encyclopædia Britannica.