Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hví halda Jehova vitni ikki jól?

Hví halda Jehova vitni ikki jól?

Vanligar misskiljingar

Søgn: Jehova vitni halda ikki jól, tí tey trúgva ikki á Jesus.

Sannroynd: Vit eru kristin. Vit trúgva, at vit bert kunnu verða frelst við Jesusi. – Ápostlasøgan 4:12.

Søgn: Tit syndra familjur við at læra tykkara limir, at mann ikki má halda jól.

Sannroynd: Familjan hevur sera stóran týdning hjá okkum, og vit nýta Bíbliuna til at styrkja familjur.

Søgn: Tit uppliva ikki „jólahýrin“, sum snýr seg um gávumildni, frið á jørð og at vera góð við øll.

Sannroynd: Vit leggja okkum eftir at vera gávumild og friðsom hvønn dag. (Orðtøkini 11:25; Rómbrævið 12:18) Tá ið vit til dømis fara út at boða gleðiboðskapin ella hava møti, fylgja vit boðum Jesusar: „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“ (Matteus 10:8) Haraftrat vísa vit á, at bara Guds ríki kann fáa frið í lag á jørð. – Matteus 10:7.

Hví halda Jehova vitni ikki jól?

  • Jesus segði, at vit skuldu minnast deyða hansara, ikki føðing hansara. – Lukas 22:19, 20.

  • Ápostlarnir hjá Jesusi og aðrir lærisveinar tá í tíðini hildu ikki jól. Eitt leksikon sigur, at „tað í fyrsta lagi var í 243 [e.o.t.], at fólk fóru at hátíðarhalda Jesu føðing“, meir enn hundrað ár eftir, at seinasti ápostulin doyði. (New Catholic Encyclopedia)

  • Einki prógv er fyri, at Jesus varð føddur 24. ella 25. desember. Bíblian sigur ikki, nær hann varð føddur.

  • Av tí at jólini hava røtur í heidnum halgisiðum og siðvenjum, halda vit ikki, at tað er nakað, Gud góðkennir. – 2 Korintbræv 6:17.

Hevur tað so nógv upp á seg?

Nógv halda jól, hóast tey vita, at upprunin er heiðin, og at eingin grundgeving er í Bíbliuni fyri at halda jól. Tey spyrja kanska: Hví skuldu kristin gjørt seg illa lýdd við ikki at halda jól? Hevur tað so nógv upp á seg?

Bíblian mælir okkum til at hugsa sjálv, at nýta vit og skil. (Rómbrævið 12:1, 2) Hon lærir okkum at virðismeta sannleikan. (Jóhannes 4:23, 24) Sjálvandi leggja vit í, hvat onnur halda um okkum, men vit fylgja bíbilskum meginreglum, eisini um tað hevur við sær, at vit verða illa lýdd.

Hóast vit ikki halda jól, virða vit, at onnur hava rætt til sjálv at velja, hvat tey vilja gera. Vit forða ikki øðrum í at halda jól.