Far beinleiðis til innihaldið

Privatlívspolitikkur

Privatlívspolitikkur

TÝÐANDI: TÁ IÐ TÚ BRÚKAR OKKARA HEIMASÍÐU OG/ELLA GEVUR OKKUM PERSÓNSUPPLÝSINGAR, GEVUR TÚ FULT SAMTYKKI TIL, AT ALLAR PERSÓNSUPPLÝSINGAR, TÚ LETUR, KUNNU VERÐA BRÚKTAR AV OKKUM Á TANN HÁTT OG VIÐ TÍ ENDAMÁLI, SUM ER LÝST Í PRIVATLÍVSPOLITIKKINUM NIÐANFYRI, OG Í SAMSVARI VIÐ GALDANDI LÓGIR OG REGLUGERÐIR UM PERSÓNSUPPLÝSINGAR.

 TÍTT PRIVATLÍV VERÐUR VIRT

Vit meta tað sum eina skyldu at verja og virða títt privatlív. Hesin privatlívspolitikkurin vísir, hvussu persónsupplýsingar, sum vit innsavna frá tær, ella tú gevur okkum, verða handfarnar á okkara heimasíðu. Vit goyma grundleggjandi upplýsingar, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu, og viðurkenna týdningin av at tryggja upplýsingarnar og lata teg vita, hvat vit fara at brúka tær til. Tú kanst velja at geva okkum upplýsingar, sum verða mettar at vera persónligar. Orðingin „persónsupplýsingar“, sum hon verður nýtt í hesum privatlívspolitikkinum, vísir til upplýsingar sum til dømis títt navn, tína teldupostadressu, tín bústað, títt telefonnummar ella aðrar upplýsingar, sum kunnu brúkast til at finna út av, hvør tú ert. Tað er ikki neyðugt at lata persónsupplýsingar fyri at brúka almenna partin á hesi heimasíðuni. Orðið „heimasíða“ fevnir um hesa heimasíðuna og aðrar av okkara síðum, eitt nú apps.jw.org, tv.jw.org, stream.jw.org og wol.jw.org.

 KUNNING UM DÁTUEFTIRLIT

Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. („Watchtower“), ein ikki vinnurekandi felagsskapur í New York, sum stuðlar virkseminum og bíbliuundirvísingararbeiðinum hjá Jehova vitnum, eigur hesa heimasíðuna. Gert tú av at stovna eina brúkarakontu, at lata stuðul, at biðja um eitt ókeypis bíbliuskeið ella at gera okkurt annað, sum krevur, at tú letur okkum persónsupplýsingar, tekur tú undir við hesum privatlívspolitikki og eisini, at dátur verða goymdar á ambætarum í USA og, í tann mun tað er neyðugt, at Watchtower og aðrar samskipanir, sum stuðla Jehova vitnum í ymiskum londum, innsavna, viðgera, flyta og goyma tínar persónsupplýsingar. Átrúnaðarliga samskipanin virkar um allan heimin gjøgnum ymiskar lokalar eindir. Sambært lógum um dátuverju kunnu hesar fevna um lokalar samkomur, deildarskrivstovur og aðrar líknandi samskipanir hjá Jehova vitnum.

Tað er ymiskt, hvør tað er, sum hevur eftirlit við tínum persónligu upplýsingum, alt eftir hvat tú gert á heimasíðuni. Vilt tú til dømis lata eini løgfrøðiligari eind í einum ávísum landi stuðul, móttekur henda eindin tær persónsupplýsingarnar, sum tú skrivar inn. Og um tú til dømis biður um eitt bíbliuskeið, verða tínar persónsupplýsingar lætnar eini lokalari deildarskrivstovu og samkomu hjá Jehova vitnum fyri at ganga tíni umbøn á møti.

Hevur landið, tú býrt í, galdandi lógir um dátuverju, eru upplýsingar at finna á síðuni Data Protection Contacts (kunning um samband viðvíkjandi dátuverju).

 DÁTUTRYGD OG DÁTUTRÚNAÐUR

Trygd og trúnaður í sambandi við tínar persónsupplýsingar er nakað vit taka í stórum álvara. Vit brúka nútímans dátugoymslu og trygdartøkni til at verja tínar persónsupplýsingar fyri atgongd uttan loyvi, misnýtslu, broyting uttan loyvi, ólógligari burturbeining og fyri at tær verða strikaðar av óvart. Øll, ið hava við persónsupplýsingar at gera, og eisini triðipartar, sum vit brúka til at handfara tínar persónsupplýsingar, hava skyldu at virða trúnaðin í tínum upplýsingum. Vit goyma bert tínar persónsupplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið, sum tær vóru innsavnaðar til, ella fyri at fylgja galdandi lógum um fráboðan ella krøvum um varðveitslu av skjølum.

Tá ið tínar upplýsingar verða fluttar, brongla vit tær til dømis við Transport Layer Security (TLS). Vit nýta telduskipanir við avmarkaðari atgongd, sum verða hýstar í bygningum við fysiskum og elektroniskum trygdaratgerðum, til at verja trúnaðin og trygdina í upplýsingum, sum verða fluttar okkum. Vit hava strangar trygdarkarmar til tess at forða fyri allari atgongd uttan loyvi.

 ÓMYNDIG

Ert tú ómyndigur í tí landinum, har tú vilt brúka okkara heimasíðu, mást tú bara skriva tínar persónsupplýsingar inn á hesa heimasíðuna, um annað ella bæði foreldrini ella ein verji góðtaka tað. Ert tú foreldur ella verji og gevur samtykki til, at ein ómyndigur skrivar persónsupplýsingar inn á hesa heimasíðuna, tekur tú undir við hesum privatlívspolitikkinum í sambandi við nýtsluna hjá tí ómyndiga.

 TRIÐIPARTUR

Á hesi heimasíðuni eru viðhvørt leinki til eina heimasíðu hjá einum triðjaparti, sum ger ávísa tænastu okkara vegna, eitt nú at fylla út oyðubløð. Tú veitst av, at tú ert á eini heimasíðu hjá einum triðjaparti, tí hon sær øðrvísi út, og adressan í kaganum broytist. Tá ið vit velja ein triðjapart, kanna vit, hvussu hann handfer og verjir persónsupplýsingar, fyri at tryggja okkum, at hann gongur eftir somu normum sum vit. Hetta verður síðani gjørt við jøvnum millumbili. Men triðipartar veita appir og tænastur, sum vit ikki kunnu stýra, tað er forritan, nýtslutreytir, privatlívspolitikkur og aðrar treytir. Av hesi orsøk er tín nýtsla av slíkum appum og tænastum á hesi heimasíðuni undirløgd núverandi tænastutreytunum og øðrum treytum, sum triðipartur ásetir. Vit verða ikki kunnað um dagføringar, tí biðja vit teg lesa treytirnar, áðrenn tú brúkar tænastur hjá triðjaparti. Hevur tú spurningar um dátupolitikkin hjá einum triðjaparti, kanst tú lesa um hann á teirra heimasíðu.

 Tín nýtsla av tænastum hjá Google Maps á hesi heimasíðuni er undirløgd núverandi privatlívspolitikkinum hjá Google. Google er ein triðipartur við appum, forritan og tænastutreytum, sum vit ikki kunnu stýra. Av hesi orsøk er tín nýtsla av tænastum hjá Google Maps á hesi heimasíðuni undirløgd teimum eyka tænastutreytunum, sum Google Maps/Google Earth ásetir í løtuni.Vit verða ikki kunnað um dagføringar, tí biðja vit teg lesa treytirnar, áðrenn tú brúkar tænastur hjá Google Maps. Brúka ikki tænastur hjá Google Maps, um tú ikki góðtekur treytirnar.

FRÁBOÐAN UM BROYTING Í POLITIKKINUM

 Vit royna altíð at betra um og leggja nýggjar funkur og annað aftrat hesi heimasíðuni, og vit betra eisini um verandi tænastur. Vegna hesar áhaldandi broytingarnar, eins og broytingar í lógini og tøkni sum heild, broytist okkara handfaring av persónsupplýsingum av og á. Tá ið tað verður neyðugt at broyta okkara privatlívspolitikk, verða broytingarnar at síggja á hesi síðuni, so tú altíð veitst, hvørjar upplýsingar vit innsavna, og hvussu vit brúka tær.

ACTIVE SCRIPTING ELLA JAVASCRIPT

Scripting verður brúkt til at økja um virkisførið á heimasíðuni. Við scripting tøkni kann heimasíðan skjótari senda upplýsingar til tín. Heimasíðan nýtir ongantíð scripting til at leggja forrit á telduna hjá tær ella til at innsavna upplýsingar, tú ikki hevur givið loyvi til.

Í kaganum skal Active Scripting ella JavaScript vera sett til, fyri at ávísir partar av heimasíðuni skulu virka eftir ætlan. Í teimum flestu kagunum ber til at velja, um henda funkan skal vera sett til ella ikki á ávísum heimasíðum. Hygg í hjálparteigin í kaganum fyri at vita, hvussu scripting verður sett til á ávísum heimasíðum.