Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Nýtslutreytir

Nýtslutreytir

Vælkomin!

Henda heimasíðan er gjørd fyri at hjálpa tær at læra meira um Gud, Bíbliuna og Jehova vitni. Les, hygg at og tak niður tilfar, sum hevur tín áhuga. Vit vilja fegin, at onnur skulu fáa nyttu av okkara heimasíðu, men vit fara at biðja teg um ikki at avrita innihald og vísa tað á eini aðrari heimasíðu ella nýtsluskipan. Tú mást gjarna siga øðrum frá tí, sum tú lærir, og vísa teimum á heimasíðuna, soleiðis sum víst verður á í nýtslutreytunum niðanfyri.

 Upphavsrættur

© 2017 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania. Øll rættindi tilskilað.

Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. („Watchtower“) eigur og rekur hesa heimasíðuna. Er einki annað viðmerkt, eigur Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania („Watch Tower“) øll rættindi til tekstin og upplýsingarnar á hesi heimasíðu.

 Vørumerki

Adobe, Adobe búmerkið, Acrobat og Acrobat búmerkið eru vørumerki hjá Adobe Systems Incorporated. iTunes og iPod eru vørumerki hjá Apple Inc. Microsoft, Microsoft búmerkið og øll onnur nøvn á ritbúnaði og vørum, harímillum Microsoft Office og Microsoft Office 365, eru vørumerki, sum Microsoft Inc. eigur. Øll onnur vørumerki og skrásett vørumerki eru ogn hjá teimum ymisku handhavunum.

 Nýtslutreytir og loyvi í sambandi við nýtslu av heimasíðuni

Hesar nýtslutreytirnar áseta, hvussu tú hevur loyvi at nýta hesa heimasíðuna. Brúkar tú heimasíðuna, góðtekur tú hesar nýtslutreytir og eisini allar aðrar nýtslutreytir (undir einum róptar „Nýtslutreytir“) sum eru at finna á hesi heimasíðuni. Tekur tú ikki undir við øllum treytunum, verður tú biðin um ikki at brúka heimasíðuna.

Hvat er hóskandi nýtsla? Við avmarkingunum niðanfyri í huga er loyvt at:

  • hyggja at, taka niður og skriva út myndatilfar, elektroniskar útgávur, tónleik, myndir, tekst, filmar, sum Watch Tower hevur upphavsrætt til, til egna og ikki vinnuliga nýtslu.

  • deila leinki til ella elektroniskar útgávur, sum kunnu takast niður, filmar og ljóðupptøkur á síðuni.

Tað er ikki loyvt at:

  • leggja myndatilfar, elektroniskar útgávur, vørumerki, tónleik, myndir, filmar ella greinir frá hesari heimasíðuni út á internetið (nakra heimasíðu, fíludeilingarsíðu, filmdeilingarsíðu ella sosialt net).

  • geva út myndatilfar, elektroniskar útgávur, vørumerki, tónleik, myndir, tekst og filmar frá hesari heimasíðuni við ella sum partur av eini ritbúnaðarnýtsluskipan (tað er eisini galdandi fyri uppsending av tilfari til ein ambætara til eina ritbúnaðarnýtsluskipan at brúka).

  • endurframleiða, avrita, geva út ella á annan hátt brúka myndatilfar, elektroniskar útgávur, vørumerki, tónleik, myndir, tekst og filmar á hesari heimasíðuni í vinnuligum høpi ella fyri pengar (sjálvt um tú einki forvinnur).

  • gera nakra ritbúnaðarnýtsluskipan, nakað amboð ella nakra skipan, sum er ætlað til at innsavna, avrita, taka niður, úrdraga, innheysta ella ’scrape’ dátur, HTML, myndir ella tekst frá hesi síðuni við tí endamáli at býta tær út. (Tað er ikki bannað at býta út ókeypis, ikki vinnuligar nýtsluskipanir, sum eru sniðgivnar til at taka niður elektroniskar fílur, eitt nú EPUB-, PDF-, MP3- og MP4-fílur frá støðum á síðuni, sum eru almenn).

  • misnýta heimasíðuna ella tænasturnar á henni, til dømis við at órógva ella fara inn á heimasíðuna ella tænasturnar á henni á annan hátt enn hann, sum nágreiniliga er lýstur.

  • nýta heimasíðuna á ein hátt, sum skaðar ella kann skaða heimasíðuna ella skerja atgongdina til hana, ella nýta heimasíðuna á ólógligan, revsiverdan ella skaðiligan hátt, ella í sambandi við ólógligt, revsivert ella skaðiligt virksemi.

  • nýta heimasíðuna ella myndatilfar, elektroniskar útgávur, vørumerki, tónleik, myndir, tekst og filmar á henni í sambandi við marknaðarføring.

 Síða til læknar

Innihaldið í hesum partinum av heimasíðuni („Síða til læknar“) hevur bert til endamáls at geva kunning og viðmælir ikki nakað ávíst slag av læknahjálp, og tað skal heldur ikki metast sum nakað, ið kemur í staðin fyri professionella læknahjálp, sjúkustaðfesting ella viðgerð. Síðan viðmælir ella stuðlar ikki nøkrum ávísum royndum, læknum, vørum, mannagongdum, meiningum ella nakrari aðrari kunning, ið verður nevnd á síðuni til læknar.

Leita tær altíð hjálp hjá lækna ella einum øðrum skikkaðum starvsfólki á heilsuøkinum, tá ið tú hevur spurningar viðvíkjandi eini sjúku ella viðgerð.

Henda heimasíðan tekur ikki ábyrgd av innihaldinum í upplýsingunum á síðuni, men bert av at bera upplýsingarnar fram. Læknin, sum viðger sjúklingin, hevur fulla ábyrgd av viðgerðini. Upplýsingarnar kunnu ongantíð koma í staðin fyri, at sjúklingar seta seg í samband við sín lækna.

 Trygdarnoktan og ábyrgdaravmarking

Á hesi heimasíðuni veitir Watchtower upplýsingar, innihald, tilfar og aðrar tænastur, og tað, sum tú sært, er tað, sum tú fært. Watchtower veitir onga trygd.

Watchtower veitir onga trygd fyri, at einki virus ella aðrir skaðiligir lutir eru á heimasíðuni. Watchtower hevur ikki ábyrgd av nøkrum skaða ella missi, ið hendir undir nýtslu av upplýsingum, innihaldi, tilfari ella øðrum á heimasíðuni, harímillum, men ikki avmarkað til, beinleiðis, óbeinleiðis ella tilvildarligan skaða ella miss (heldur ikki um talan er um fíggjarligan miss).

 Brot á nýtslutreytirnar

Um tú brýtur hesar nýtslutreytirnar, hevur Watchtower, umframt rættindini sum standa í hesum nýtslutreytunum, eisini rættindi at taka tey stig, sum Watchtower metir vera neyðug, til at svara brotinum aftur, til dømis við at forða ella forbjóða tær at koma inn á heimasíðuna, forða atgongd til heimasíðuna frá teldum, sum nýta tína IP-adressu, biðja tín internetveitara nokta tær atgongd til heimasíðuna og/ella leggja sak ímóti tær.

 Broytingar

Watchtower endurskoðar javnan nýtslutreytirnar. Endurskoðaðar nýtslutreytir eru galdandi frá tí degi, tær verða almannakunngjørdar á heimasíðuni. Kanna tí av og á hesa síðuna fyri at tryggja tær, at tú hevur lisið nýggjastu útgávuna.

 Lóg og dómsvald

Hesar nýtslutreytir eru undirlagdar og verða tulkaðar í samsvari við galdandi lógirnar í statinum New York, USA, uttan mun til hvat mótstríðandi lógir siga. Øll sakarmál viðvíkjandi hesum nýtslutreytum skulu skjótast inn fyri ein dómstól, sum hevur dómsvald í statinum New York, USA.

 Treytirnar eru óheftar av hvørjari aðrari

Ger ein dómstólur við rætta dómsvaldinum av, at ein áseting í nýtslutreytunum er ógildig, ólóglig ella ikki kann handhevjast, eru hinar ásetingarnar framvegis galdandi. Handhevjar Watchtower ikki eina ella fleiri av ásetingunum í nýtslutreytunum, merkir tað ikki, at ásetingarnar ikki eru galdandi, ella at Watchtower ikki hevur rætt at handhevja eina slíka áseting.

 Øll avtalan

Hesar nýtslutreytir lýsa alla avtaluna millum teg og Watchtower í sambandi við tína nýtslu av hesi heimasíðuni og koma í staðin fyri allar undanfarnar avtalur í sambandi við nýtslu av heimasíðuni.