Møti hjá Jehova vitnum
Fá nakað at vita um møtini hjá okkum. Finn nærmasta møtisalin.
Kunning í sambandi við COVID-19: Vegna farsóttina verða okkara møti hildin á netinum. Um tú vilt vita, hvussu tú sleppur inn á møtini, kanst tú spyrja eitt Jehova vitni ella trýsta á knøttin niðanfyri.
Hvussu ganga okkara møti fyri seg?
Jehova vitni hava møti tvær ferðir um vikuna. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Á hesum møtunum kanna vit Bíbliuna og læra, hvussu vit kunnu liva eftir henni. Øll kunnu koma á hesi møtini.
Á flestu møtunum ber til hjá áhoyrarunum at luttaka, nakað sum í einum orðaskifti í einum skúlaflokki. Møtini byrja og enda við sangi og bøn.
Tær nýtist ikki at vera eitt Jehova vitni fyri at koma á okkara møti. Vit bjóða øllum at koma við. Tað er ókeypis at koma inn, og eingin peningainnsavning fer fram.