Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu eru samkomurnar hjá Jehova vitnum skipaðar?

Hvussu eru samkomurnar hjá Jehova vitnum skipaðar?

 Í hvørjari samkomu er eitt elstaráð, sum hevur umsjón við samkomuni. Umleið 20 samkomur eru í einum fylki. Ferðandi elstar, sum verða róptir fylkisumsjónarmenn, vitja samkomurnar regluliga.

 Eitt stýrandi ráð av monnum, ið hava verið Jehova vitni í nógv ár, syrgir fyri bíbilskari undirvísing og leiðbeining. Teir arbeiða á høvuðsskrivstovuni hjá Jehova vitnum í Warwick, New York, USA. – Ápostlasøgan 15:23-29; 1. Timoteusarbræv 3:1-7.