LÍVIÐ SUM KRISTIN
Ert tú fyrireikaður?
Ert tú fyrireikaður, um ein náttúruvanlukka hendir, har sum tú býrt? Jarðskjálvtar, ódnir, skógareldar og vatnflóðir kunnu koma knappliga og gera stóran skaða. Haraftrat kunnu yvirgangsatsóknir, ófriður og farsóttir raka nær sum helst og hvar sum helst. (Præd 9:11) Vit skulu ikki halda, at sovorðið ikki kann henda her hjá okkum.
Vit mugu hvør sær gera tað, vit kunnu, fyri at vera fyrireikað til eina vanlukku. (Orð 22:3) Sjálvt um samskipanin hjá Jehova hjálpir okkum, tá ið ein vanlukka hendir, hava vit øll eina persónliga ábyrgd. – Gal 6:5.
HYGG AT FILMINUM ER DU FORBEREDT PÅ EN NATURKATASTROFE? OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hví er tað ein hjálp at vera andaliga sterkur, tá ið ein vanlukka rakar?
-
Hví er tað umráðandi at ...
-
• hava eitt gott samskifti við teir elstu áðrenn, undir og aftan á eina vanlukku?
-
• pakka eina neyðtasku? – g17.5-D 6
-
• tosa um, hvørjar vanlukkur kunnu henda, og hvat mann kann gera í hvørjum einstøkum føri?
-
-
Upp á hvørjar tríggjar mátar kunnu vit hjálpa teimum, sum hava verið fyri eini vanlukku?

