Innbjóðing

Hvussu skulu vit tilbiðja Gud?

Stevna hjá Jehova vitnum 2025

Finn nærmastu stevnuna

Ókeypis atgongd Eingin pengainnsavning

Hæddarpunkt

Fríggjadagur: Í eini videorøð síggja vit, hvussu lívið var, har sum Jesus búði og virkaði.

Leygardagur: Vit fáa at vita, hvussu Jesus uppfylti profetiir, sum blivu skrivaðar øldir frammanundan.

Sunnudagur: Í fyrilestrinum „Tilbiður tú tað, sum tú kennir?“ fært tú at vita, hví tað ikki er líkamikið, hvat vit trúgva, og eisini hvussu vit kunnu finna sannleikan.

Bíbilskt drama

Frásøgan um Jesus: 2. og 3. partur

Tá ið Jesus bleiv doyptur, bleiv hann Messias, ella Kristus. Teir næstu mánaðirnir blivu hendingaríkir: hann bleiv freistaður av Djevulinum, hann byrjaði at innsavna lærisveinarnar, og hann gjørdi síni fyrstu undur. Hetta og annað verður at síggja í videorøðini Frásøgan um Jesus á stevnuni.

Stevnuskráin og videoini niðanfyri eru at finna á jw.org.

Hvussu ganga okkara stevnur fyri seg?

Hvat kanst tú vænta tær av einari stevnu hjá Jehova vitnum?

Stevna hjá Jehova vitnum 2025: „Hvussu skulu vit tilbiðja Gud?“

Ein brellbiti úr stevnuskránni í ár.

Ein brellbiti úr bíbilska dramanum: Frásøgan um Jesus

Beint eftir dópin byrjaði mótstøðan móti Jesusi, bæði frá menniskjum og andaskapningum. Gav hann eftir fyri trýstinum?