„Nú skalt tú fáa at síggja tað, ið Eg skal gera við Farao“
Áðrenn Jehova sendi plágurnar yvir Egyptaland og bjargaði ísraelsmonnum úr trældómi, fortaldi hann teimum, hvat hann ætlaði at gera. Hann fór at vísa sína megi upp á ein máta, sum teir aldrin høvdu sæð fyrr, og egyptar skuldu avgjørt vita, hvør Jehova er. Tá ið Jehova gjørdi tað, sum hann hevði lovað, fingu ísraelsmenn sterkari trúgv á hann. Hetta hjálpti teimum at standa ímóti ávirkanini frá følsku tilbiðingini í Egyptalandi.
Hvussu styrkir henda frásøgan títt álit á, at Guds lyfti um framtíðina fara at ganga út?