Tey funnu nakað betri

Tey funnu nakað betri

MILLIÓNIR av kristnum hava valt ikki at halda jól. Hvussu hava tey tað við tí? Føla tey, at tey missa nakað? Eru børnini hjá teimum kedd um tað? Her eru nøkur dømi um, hvat Jehova vitni sjálvi siga um tað.

Eve

Tey funnu ein betri máta at hugsa um Jesus: „Áðrenn eg bleiv Jehova vitni, gekk eg sjáldan í kirkju. Tað kom fyri, at eg fór í kirkju á páskum ella á jólum. Men sjálvt tá hugsaði eg ikki um Jesus. Nú tá ið eg ikki haldi jól longur, gangi eg á møti tvær ferðir um vikuna, har eg hoyri nógv um Jesus, og eg læri enntá onnur um hann.“ – EVE, AVSTRALIA.

Reuben

Tey funnu ein betri máta at geva: „Eg elski at fáa gávur, serliga tá tað er eitt yvirraskilsi. Eg dámi væl at geva øðrum okkurt, sum eg sjálvur havi gjørt, kanska eitt kort ella eina tekning, tí so blíva tey so glað, og tað blívi eg eisini.“ – REUBEN, NORÐURÍRLAND.

Emily

Tey funnu ein betri máta at hjálpa øðrum: „Okkum dámar væl at gera mat til fólk, sum eru sjúk. Viðhvørt geva vit teimum blómur, eina kaku ella eina lítla gávu fyri at uppmuntra tey. Og tað góða er, at vit kunnu gera tað alt árið.“ – EMILY, AVSTRALIA.

Wendy

Tey funnu ein betri máta at vera saman við familjuni: „Tá ið vit hugna okkum saman við familjuni, fáa børnini eitt gott forhold til mostrar, fastrar, pápabeiggjar, mammubeiggjar, systkinabørn og ommur og abbar. Vit vitja hvønn annan alt árið, og vit føla einki press, tí vit eru ikki avmarkað av nøkrum bestemtum døgum. Familjan veit, at tá ið vit vitja tey, so er tað tí, vit eru góð við tey.“ – WENDY, CAYMANOYGGJAR.

Sandra

Tey funnu frið: „Um jóltíðir hava fólk so nógv um at vera, at fá av teimum hugsa um frið á jørð. Eg havi lært, hvat Bíblian lovar menniskjunum, og tað hevur givið mær frið í sinnið. Nú veit eg, at míni børn fáa eina góða framtíð.“ – SANDRA, SPANIA.