Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

„Tað sá út til, at eg hevði alt, sum eg kundi ynskt mær“

„Tað sá út til, at eg hevði alt, sum eg kundi ynskt mær“
  • FØDDUR: 1962

  • HEIMLAND: Kanada

  • FORTÍÐ: Ómoralskt lív

BAKGRUND

Eg eri føddur í Montreal, sum er størsti býurin í kanadiska landspartinum Quebec. Eg og míni trý systkin høvdu góð foreldur og vuksu upp í vakra økinum Rosemont.

Tá ið eg var smádrongur, dámdi mær væl at lesa í Bíbliuni. Eg minnist, at eg sum 12 ára gamal las í Nýggja testamenti um lívið hjá Jesusi, og tað dámdi mær sera væl. Tað hugtók meg at lesa um hansara kærleika og samkenslu, og eg vildi vera sum hann. Tíverri gloymdi eg við tíðini alt um tað ynskið, tá ið eg fór at vera saman við fólkum, sum høvdu ringa ávirkan á meg.

Pápi mín spældi saksofon, og hann gav mær ikki bara saksofonina hjá sær, men eisini stóran kærleika til tónleik. Tónleikur kom at fylla alt mítt lív, og eg lærdi eisini at spæla gittara. Við tíðini gjørdu eg og nakrir vinmenn ein rokkbólk, og vit spældu nógvastaðni. Nakrir kendir tónleikaframleiðarar varnaðust meg og góvu mær eitt tilboð. Eg skrivaði sáttmála við eitt stórt plátufelag. Tónleikurin hjá mær var væl dámdur og ofta spældur í útvarpinum í Quebec.

Tað sá út til, at eg hevði alt, sum eg kundi ynskt mær. Eg var ungur og kendur, og eg tjenti nógvar pengar upp á tað, sum eg elskaði at gera. Um dagin vandi eg, prátaði við miðlafólk, skrivaði autografar og var í sjónvarpinum. Um kvøldarnar og út á næturnar spældi eg konsertir og ballaðist. Fyri at klára alt uppmerksemið frá fjepparum fór eg at drekka, og seinni fór eg eisini at taka rúsevni. Eg var sjálvsøkin og livdi eitt ómoralskt lív.

Nøkur vóru øvundsjúk inn á meg, tí tað virkaði, sum eg var lukkuligur. Men innast inni hevði eg eina kenslu av, at alt var tómt, serliga tá ið eg var einsamallur. Eg var tungur í huga og stúrin. Tá ið karrieran hjá mær var í hæddini, hendi tað ræðuliga, at tveir tónleikaframleiðarar hjá mær doyðu av AIDS. Eg var skelkaður! Hóast eg elskaði tónleikin, vamlaðist eg við lívsstílin, sum fylgdi við.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Hóast tað gekst væl við tónleikinum hjá mær, skilti eg, at okkurt var heilt galið í heiminum. Hví var so nógv órættvísi til? Tað undraði meg, at Gud einki gjørdi við tað. Satt at siga bað eg ofta til Gud um at fáa svar. Millum tvær tónleikaferðir fór eg aftur at lesa í Bíbliuni. Eg skilti verri enn so alt, sum eg las, men eg kom kortini fram til, at heimsins endi mátti vera nær.

Meðan eg las í Bíbliuni, fann eg út av, at Jesus einaferð fastaði í 40 dagar í oyðimørkini. (Matteus 4:1, 2) Eg hugsaði við mær sjálvum, at um eg gjørdi tað sama, fór Gud kanska at opinbera seg fyri mær, so eg valdi ein ávísan dag at byrja. Tvær vikur áðrenn eg skuldi byrja at fasta, bankaðu tvey Jehova vitni upp á hurðina hjá mær, og eg bjóðaði teimum beinanvegin inn. Eg hugdi beint í eyguni á øðrum av vitnunum, sum æt Jacques, og spurdi hann: „Hvussu kunnu vit vita, at vit liva á síðstu døgum?“ Hann tók Bíbliuna fram og vísti mær svarið í 2. Timoteusarbrævi 3:1-5. Eg setti teimum eina rúgvu av spurningum og var bilsin um, hvussu skilagóð og nøktandi svarini vóru, sum altíð vóru grundað á Bíbliuna. Tá ið teir høvdu vitjað meg nakrar ferðir, skilti eg, at tað ikki var neyðugt at fasta.

Eg fór at kanna Bíbliuna regluliga saman við Jehova vitnum. Sum frá leið klipti eg mítt síða hár og fór at ganga fast á møti í lokala ríkissalinum. Hjartaliga móttøkan, eg fekk á møtunum, sannførdi meg enn meira um, at eg endiliga hevði funnið sannleikan.

Eg mátti sjálvsagt gera stórar broytingar í mínum lívi fyri at kunna fylgja tí, sum Bíblian lærir. Eitt var, at eg mátti gevast at taka rúsevni og halda uppat við mínum ómoralska lívsstíli. Eg mátti eisini halda uppat at vera so sjálvsøkin og læra at hugsa meira um onnur. Sum stakur uppihaldari við tveimum børnum skuldi eg læra at taka mær av kensluliga og andaliga tørvinum hjá teimum. So eg slepti yrkisleiðini sum tónleikari og fór at arbeiða á einum virki.

Tað var ikki lætt at gera allar hesar broytingarnar. Tá ið eg royndi at leggja av at taka rúsevni, mátti eg stríðast við abstinensir og datt eisini útí aftur nakrar ferðir. (Rómbrævið 7:19, 21-24) Tað ringasta var at halda uppat við ómoralska lívsstílinum. Nýggja arbeiðið var eisini strævið, og lága lønin lítið hugalig. Tað tók mær tríggjar mánaðir at tjena líka nógvar pengar, sum eg kundi havt tjent upp á bara tveir tímar sum tónleikari.

Tað, sum hjálpti mær at gera allar hesar torføru broytingarnar, var at biðja til Gud og at lesa í Bíbliuni. Nøkur ávís bíbliuørindi hjálptu mær serliga væl. Eitt var 2. Korintbræv 7:1, sum eggjar kristnum til at „reinsa [seg] frá øllum, ið ger [tey] órein – á holdi og á anda“. Eitt annað ørindi, sum vissaði meg um, at tað bar til at sleppa mínum ringu vanum, var Filippibrævið 4:13. Har stendur: „Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“ Jehova Gud svaraði mínum bønum og hjálpti mær at skilja og fylgja sannleikanum í Bíbliuni. Tað fekk meg at víga mítt lív til hansara. (1. Pætursbræv 4:1, 2) Eg bleiv doyptur sum Jehova vitni í 1997.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Eg eri vísur í, at um eg hevði hildið fram at liva, sum eg gjørdi, so hevði eg verið deyður í dag. Men nú kann eg tíbetur siga, at eg veruliga eri lukkuligur! Eg havi fingið eina fantastiska konu, sum eitur Elvie, og vit fegnast um, at vit saman kunnu brúka meginpartin av okkara tíð til at læra onnur um Bíbliuna. Tað ger meg glaðan og nøgdan. Eg takki Jehova fyri, at hann dró meg til sín. – Jóhannes 6:44.