Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

„Kriminalitetur og kærleiki til pengar góvu mær nógvar trupulleikar“

„Kriminalitetur og kærleiki til pengar góvu mær nógvar trupulleikar“
  • Føddur: 1974

  • Heimland: Albania

  • Fortíð: Stjól, seldi rúsevni, sat í fongsli

BAKGRUND

Eg varð føddur í Tirana, høvuðsstaðnum í Albania, og familjan var fátæk. Pápi mín var ein ærligur maður, sum arbeiddi hart fyri at taka sær av familjuni. Men fyri tað var tað strævið hjá okkum bara at fáa tað at mala runt. Sum barn var eg keddur um, at vit vóru fátæk. Fyri tað mesta átti eg ongar skógvar at fara í, og eg fekk ikki altíð nokk at eta.

Eg var heilt ungur, tá ið eg fór at stjala. Eg helt, at eg skuldi hjálpa pápa mínum at forsyrgja familjuni. Men so legði politiið uppí. Og í 1988, tá ið eg var 14 ára gamal, bleiv eg sendur á ein skúla fyri børn, sum skikkaðu sær illa. Har gekk eg í tvey ár og lærdi millum annað at sveisa. Tá ið eg fór úr skúlanum, ætlaði eg at fáa mær eitt vanligt arbeiði, men fekk einki. Politiskur ófriður var í Albania, og tí var stórt arbeiðsloysi. Skuffaður sum eg var, endaði eg hjá gomlum vinum og fór aftur at stjala. Tá ið ein tíð var farin, vórðu vit allir handtiknir og dømdir at sita í trý ár.

Tá ið eg var latin leysur, helt eg fram við kriminaliteti. Albania var heilt illa fyri búskaparliga, og alt í landinum var ein hurlivasi. Í hesi ófriðarligu tíðini gjørdi eg nógv ólógligt og fekk nógvar pengar burturúr. Eftir eitt vápnað rán saman við nøkrum vinmonnum vórðu tveir av teimum settir fastir, men eg rýmdi av landinum fyri ikki at fáa eina langa fongsulsrevsing. Tá var eg longu giftur við Julindu, og vit áttu ein lítlan son.

Vit endaðu í Onglandi. Eg hevði allar góðar ætlanir um at byrja eitt nýtt lív saman við konuni og soninum. Men teir gomlu vanarnir vóru ringir at sleppa av við. Skjótt endaði eg aftur í kriminaliteti, eg fór at selja rúsevni og hevði øgiliga nógvar pengar um hendi.

Hvat dámdi Julindu, at eg var farin at selja rúsevni? Hoyr, hvat hon sjálv sigur: „Tá ið eg vaks upp í Albania, droymdi eg um at sleppa burtur úr fátækradøminum. Eg var til reiðar at royna hvat sum helst fyri at fáa eitt betri lív. Eg helt, at pengar fóru at gera allan munin, so eg stuðlaði Artan, líkamikið hvat hann gjørdi, um hann leyg, stjól ella seldi rúsevni – eg góðtók alt fyri at fáa pengar.“

„Eg stuðlaði Artan, líkamikið hvat hann gjørdi, um hann leyg, stjól ella seldi rúsevni.“ – Julinda

Men í 2002 broyttist lívið, og alt, sum vit høvdu droymt um og ætlað við pengunum, datt niðurfyri. Eg varð tikin við nógvum rúsevnum uppi á mær og endaði aftur í fongsli.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Bíblian var farin at ávirka mítt lív, longu áðrenn eg hevði givið mær far um tað. Í 2000 hevði Julinda møtt Jehova vitnum og var farin at lesa Bíbliuna saman við teimum. Eg tímdi illa at tosa um Bíbliuna, tí eg helt tað vera óinteressant. Men Julinda var púra bitin av tí. Hon greiðir sjálv frá: „Eg komi úr einari trúgvandi familju. Mær dámar væl Bíbliuna, eg havi stóra virðing fyri henni og havi altíð gjarna viljað vitað, hvat Bíblian lærir, og tí helt eg tað var so spennandi at lesa hana saman við Jehova vitnum. Eg helt, at tað, sum eg lærdi úr Bíbliuni, gav so góða meining. Tað, sum eg lærdi, hjálpti mær at broyta ymiskt í mínum lívi, men eg trúði framvegis, at tað vóru pengar, sum skuldu gera okkum lukkulig. Og soleiðis var tað, inntil Artan bleiv handtikin. Tá bleiv eg rættiliga skelkað. Nú skilti eg, at tað, sum Bíblian sigur um pengar, faktiskt passar. Pengar høvdu havt alt at siga, men teir høvdu ikki gjørt okkum lukkulig. Nú gekk tað upp fyri mær, at eg mátti liva eftir Guds boðum í øllum lívsins viðurskiftum.“

Í 2004 bleiv eg leyslatin úr fongslinum, og stutt eftir royndi eg aftur at sleppa at selja rúsevni. Men Julinda hevði broytt seg, og hon segði nakað, sum veruliga fekk meg at hugsa meg um: „Eg leggi ikki í tínar pengar longur. Eg vil hava mannin hjá mær aftur, og eg vil hava pápan at børnunum at vera hjá teimum.“ Eg var púra ovfarin, men tað var rætt, sum hon segði. Eg hevði verið burtur frá familjuni í áravís. Eg fór eisini at hugsa um alt tað keðiliga, sum var komið burtur úr, at eg hevði verið óærligur og grammur eftir pengum. Eg setti mær fyri, at nú skuldi vend koma í. Og tí sleit eg sambandið við mínar gomlu vinir.

Tað, sum rættiliga gjørdi mun, var, at eg fór við konuni og báðum synunum á eitt møti hjá Jehova vitnum. Fólkini har vóru bæði blíð og týð, tað hugtók meg. Tað endaði við, at eg fór at lesa Bíbliuna saman við Jehova vitnum.

Fyrr trúði eg, at vit fóru at vera lukkulig, bara vit áttu nokk av pengum

Bíblian lærdi meg, at ’peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd hava nøkur gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum’. (1. Timoteusarbræv 6:9, 10) Sum hetta skriftstaðið gav góða meining! Eg var so keddur um avleiðingarnar av tí lívinum, eg hevði livað, tí tað hevði gingið út yvir bæði familjuna og meg. (Galatiabrævið 6:7) Tá ið eg skilti, hvussu góðir Jehova og sonur hansara, Jesus Kristus, eru við okkum, fekk eg hug at broyta meg. So við og við hugsaði eg minni um meg sjálvan og meira um onnur, og tí fór eg at brúka meira tíð saman við familjuni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Tað hevur gagnað mær at fylgja hesum ráðunum í Bíbliuni: „Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava!“ (Hebrearabrævið 13:5) Eg havi fingið frið í sinnið, og samvitskan er góð. Eg eri lukkuligur sum ongantíð fyrr. Hjúnabandið er blivið sterkari, og familjan trívist nógv betur.

Fyrr trúði eg, at vit fóru at vera lukkulig, bara vit áttu nokk av pengum. Nú dugi eg at síggja, at kriminalitetur og kærleiki til pengar góvu mær nógvar trupulleikar. Vit eru ikki rík, men nú hava vit nakað, sum hevur nógv størri týdning – eitt vinalag við Jehova. At tæna Jehova saman sum familja ger okkum lukkulig.

Familjan og eg á einari stevnu hjá Jehova vitnum