Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

„Eg gróv mína egnu grøv“

„Eg gróv mína egnu grøv“
  • Føddur: 1978

  • Heimland: El Salvador

  • Fortíð: Limur í einum harkaliði

BAKGRUND

„Viss ið tú veruliga vilt læra nakað um Gud, skalt tú halda teg til Jehova vitni.“ Henda útsøgnin kom óvart á meg. Um hetta mundið hevði eg kannað Bíbliuna saman við Jehova vitnum í eina tíð. Men lat meg fortelja eitt sindur um mítt lív, so tú betur skilur, hví hetta kom óvart á meg.

Eg eri føddur í Quezaltepeque, sum er ein býur í El Salvador. Eg eri nummar 6 av 15 systkjum. Foreldrini royndu at læra meg at vera ærligan og at fylgja lógini. Aftrat tí komu Jehova vitni, millum annað Leonardo, av og á at læra okkum um Bíbliuna. Men eg legði einki í tað, sum eg lærdi, og tók eina ringa avgerð fyri og aðra eftir. Tá ið eg var 14, fór eg at drekka og taka rúsevni saman við vinmonnum í skúlanum. Ein og ein fóru teir úr skúlanum fyri at fara upp í eitt harkalið, og býttur sum eg var, gjørdi eg akkurát sum teir. Um dagarnar hildu vit til á gøtuni, har vit kravdu pengar frá fólki og stjólu, so vit kundu gjalda fyri okkara misnýtslu.

Harkaliðið bleiv mín familja. Eg føldi, at eg skyldaði teimum trúskap. Ein dagin legði ein felagi úr harkaliðnum, sum var ávirkaður av rúsevnum, á ein granna hjá mær. Meðan teir bardust, eydnaðist tað grannanum at halda vinmanninum hjá mær og ringja eftir politinum. Eg bleiv í øðini og fór at smildra bilin hjá grannanum við einum gassa í eini roynd at fáa hann at sleppa vinmanninum. Grannin bað og bønaði meg um at gevast, men eg vildi ikki lurta og knústi ein rút fyri og annan eftir og oyðilegði restina av bilinum.

Tá ið eg var 18, kom mítt harkalið og politiið upp at berjast. Tá ið eg skuldi blaka eina heimagjørda bumbu, brast hon í hondini á mær! Eg veit framvegis ikki heilt, hvussu tað hendi. Eg minnist bara, at eg sá, at hondin var í knúsi, og so svímaði eg. Tá ið eg vaknaði á sjúkrahúsinum, fekk eg at vita, at eg hevði mist høgru hond, hoyrnina á høgra oyra, og at eg var næstan blindur á høgra eyga.

Men hóast hesar skaðarnar fór eg beint aftur til vinmenninar í harkaliðnum, tá ið eg bleiv útskrivaður. Ikki langa tíð eftir hetta kom politiið og handtók meg, og eg bleiv settur í fongsul. Har gjørdist mítt samband við teir í harkaliðnum enn tættari. Vit vóru saman allan dagin – frá morgni, tá ið vit ótu morgunmat og royktu okkara fyrstu marihuanasigarett, til vit løgdu okkum um kvøldið.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Leonardo kom at vitja meg í fongslinum. Meðan vit prátaðu, peikaði hann á mína tatovering á høgra armi. „Veitst tú, hvat hasir tríggir prikkarnir á arminum hjá tær merkja?“ spurdi hann meg. „Sjálvandi,“ segði eg, „sex, rúsevni og rock’n’roll.“ Men Leonardo segði: „Eg vildi heldur sagt, at teir merkja sjúkrahús, fongsul og deyði. Tú hevur verið á sjúkrahúsi, og nú ert tú í fongsli. Tú veitst, hvat tað næsta verður.“

Tað, Leonardo segði, skelkaði meg. Hann hevði rætt. Eg gróv mína egnu grøv við tí lívsstílinum, eg hevði. Leonardo bjóðaði sær at kanna Bíbliuna saman við mær, og eg segði ja. Tað, sum Bíblian lærdi meg, fekk meg at broyta mítt lív. Til dømis sigur Bíblian, at „ringur felagsskapur spillir góðar siðir“. (1. Korintbræv 15:33) Tí var eitt tað fyrsta, eg mátti gera, at fáa mær nýggjar vinir. Fyri at gera tað helt eg uppat at fara á fund hjá harkaliðnum og fór í staðin at ganga á møtini, sum Jehova vitni hildu í fongslinum. Á einum møti hjá vitnunum hitti eg Andrés, sum eisini var fangi. Hann var blivin doyptur sum Jehova vitni í fongslinum. Hann bjóðaði mær at eta morgunmat saman við sær. Eftir tað byrjaði eg ikki longur dagin við at roykja marihuana. Í staðin tosaðu Andrés og eg um eitt ørindi í Bíbliuni hvønn morgun.

Teir í harkaliðnum uppdagaðu beinanvegin, at eg var broyttur. Av tí sama segði ein av leiðarunum í harkaliðnum, at hann mátti tosa við meg. Eg var bangin. Eg visti ikki, hvat hann fór at gera við meg, tá ið hann fann út av, hvat eg ætlaði, tí tað er næstan ógjørligt at sleppa burtur úr einum harkaliði. Hann segði: „Vit hava lagt merki til, at tú ikki longur kemur á fund hjá okkum, men í staðin gongur á møtini hjá Jehova vitnum. Hvat ætlar tú tær at gera?“ Eg segði við hann, at eg gjarna vildi halda fram at kanna Bíbliuna og at broyta mítt lív. Tað kom óvart á meg, at hann segði, at harkaliðið fór at virða mína avgerð, bara eg prógvaði, at eg veruliga vildi blíva eitt Jehova vitni. So segði hann: „Viss ið tú veruliga vilt læra nakað um Gud, skalt tú halda teg til Jehova vitni. Vit vænta, at tú gevst at bera teg skeivt at. Eg má bara siga til lukku, tú ert á røttu leið. Jehova vitni eru tey røttu at hjálpa tær. Eg kannaði Bíbliuna saman við teimum í USA, og nøkur í familjuni hjá mær eru Jehova vitni. Ver ikki bangin, halt bara fram.“ Eg var enn eitt sindur ótryggur, men samstundis ovurfegin. Eg takkaði Jehova Gudi av hjarta. Eins og ein fuglur, ið er sloppin úr búrinum, skilti eg nú orðini hjá Jesusi: „Tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“ – Jóhannes 8:32.

Men nakrir av mínum fyrrverandi vinmonnum royndu at freista meg við at bjóða mær rúsevni. Eg má viðganga, at eg viðhvørt gav eftir. Men við tíðini, eftir at eg hevði biðið nógvar inniligar bønir, lukkaðist tað mær at vinna á míni misnýtslu. – Sálmur 51:12, 13.

Tá ið eg varð leyslatin úr fongslinum, hildu nógv, at eg fór at venda aftur til mín gamla lívsstíl, men tað gjørdi eg ikki. Gaman í fór eg ofta aftur í fongslið, men tað var fyri at fortelja fangunum um tað, sum Bíblian hevði lært meg. Nú trúðu mínir fyrrverandi vinmenn endiliga upp á, at eg var broyttur. Men tað gjørdu mínir fyrrverandi fíggindar tíverri ikki.

Ein dagin, tá ið eg var farin út at boða gleðiboðskapin saman við einum vinmanni, komu vápnaðir limir úr einum fyrrverandi fíggindaharkaliði og umringaðu okkum. Teir vildu drepa meg. Hann, sum eg fylgdist við, greiddi djarvur, men fólkaliga frá, at eg ikki var limur í nøkrum harkaliði longur. Eg royndi at vera róligur. Tá ið teir høvdu bukað meg og sagt, at eg bara skuldi vága mær at koma aftur har, hildu teir uppat at hótta okkum við vápnunum og lótu okkum fara. Bíblian hevði veruliga broytt mítt lív. Fyrr hevði eg roynt at hevnt meg. Men nú fylgi eg ráðunum í 1. Tessalonikabrævi 5:15: „Síggið til, at eingin lønir nøkrum ilt við illum – nei, gerið tykkum ómak fyri altíð at gera tað, sum gott er, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!“

Líka síðan eg bleiv eitt Jehova vitni, havi eg roynt at vera ein ærligur maður. Tað hevur ikki verið lætt. Men við hjálp frá Jehova Gudi, leiðbeiningini í Bíbliuni og mínum nýggju vinum havi eg klárað tað. Eg havi ikki hug at liva, sum eg gjørdi fyrr. – 2. Pætursbræv 2:22.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Fyrr var eg bæði illsintur og harðligur. Eg eri vísur í, at eg hevði verið deyður, um eg hevði hildið fram at liva, sum eg gjørdi. Bíblian broytti mítt lív, og eg slepti mínum ringu vanum. Eg havi lært at halda frið við mínar fyrrverandi fíggindar. (Lukas 6:27) Og nú havi eg vinir, sum hjálpa mær at gera tað rætta. (Orðtøkini 13:20) Eg eri lukkuligur og havi funnið meiningina við lívinum, tí eg tæni einum Gudi, sum hevur fyrigivið mær alt tað skeiva, eg havi gjørt. – Esaias 1:18.

Í 2006 gekk eg á einum serligum skúla fyri evangeliiboðarar. Nøkur ár seinni fekk eg eina deiliga konu, og vit eiga eina fitta dóttir saman. Nú brúki eg nógva tíð til at læra onnur um bíbilsku meginreglurnar, sum hjálptu mær. Eg tæni eisini sum elsti í lokalu samkomuni og royni at hjálpa ungum at lata vera við at gera tey somu mistøkini, sum eg gjørdi, tá ið eg var á teirra aldri. Heldur enn at grava mína egnu grøv byggi eg nú mína framtíð á lyftið um ævigt lív, sum Gud gevur okkum í Bíbliuni.