Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Eg fekk umsíðir frið við pápa mín

Eg fekk umsíðir frið við pápa mín
  • FØDDUR: 1954

  • HEIMLAND: Filipsoyggjar

  • FORTÍÐ: Kvetti sambandið við harðligan pápa

BAKGRUND

Nógv ferðafólk vitja fossarnar nærindis býnum Pagsanjan á Filipsoyggjunum. Har vaks pápi mín, Nardo Leron, upp undir fátæksligum umstøðum. Tá ið hann sá alt mutrið, sum fór fram í stjórnini, løgregluni og á arbeiðsplássinum, gjørdist hann hatskur og illur.

Foreldrini hjá mær arbeiddu hart fyri at taka sær av okkum átta børnum. Tey vóru ofta burtur frá okkum í longri tíðarskeið, tá ið tey veltu í fjøllunum. Eg og beiggi mín, Rodelio, noyddust ofta at klára okkum sjálvar, og vit vóru mangan svangir. Sum smádreingir sluppu vit sjáldan at spæla. So hvørt sum vit børn fyltu sjey ár, skuldu vit arbeiða í eini plantasju og bera tungar byrður av kokusnøtum eftir brøttum fjallagøtum. Var ein byrða ov tung at bera, noyddu tey okkum at dragsa hana.

Pápi bukaði okkum ofta, men tað var nógv verri at síggja hann sláa mammu. Vit royndu at fáa hann at steðga, men har var einki at gera. Rodelio og eg gjørdu í loyndum av, at vit skuldu drepa pápa okkara, tá ið vit blivu eldri. Mær longdist so eftir einum pápa, sum elskaði okkum.

Eg var vónbrotin og illur um harðskapin hjá pápa og rýmdi tí heimanífrá, tá ið eg var 14 ára gamal. Eina tíð búði eg á gøtuni, og eg fór at roykja marihuana. Sum frá leið fekk eg arbeiði, har eg skuldi fara við ferðafólki til fossarnar í báti.

Nøkur ár seinni fór eg at lesa á einum fróðskaparsetri í Manila. Men av tí at eg hvørt vikuskifti fór heim at arbeiða í Pagsanjan, var ikki nógv tíð eftir til lesturin. Lívið hjá mær virkaði sum eitt meiningsleyst stríð, og marihuana megnaði ikki longur at doyva mínar stúranir. Eg royndi tí at taka metamfetamin, kokain og heroin. Rúsevni førdu ofta til kynsligt siðloysi. Eg sá einki annað enn fátækdømi, órættvísi og líðingar rundan um meg. Eg hataði stjórnina og gav henni skyldina fyri alt. Eg spurdi Gud: „Hví er lívið soleiðis?“ Hóast eg kannaði ymiskar átrúnaðir, fann eg einki svar. Fyri at sleppa burtur úr vónloysinum fór eg at taka uppaftur meira rúsevni.

Í 1972 skipaðu lesandi á Filipsoyggjunum fyri mótmælisgongum ímóti stjórnini. Eg var við í eini av gongunum, og hon endaði í harðskapi. Nógv vórðu handtikin. Og nakrar mánaðir seinni varð hernaðarlig undantaksstøða lýst í øllum landinum.

Eg endaði aftur á gøtuni, og hesa ferð var eg bangin fyri myndugleikunum, av tí at eg hevði verið við í uppreistrinum. Fyri at fáa ráð til rúsevni fór eg at stjala, og at enda fór eg at veita ríkum fólkum og útlendingum kynsligar tænastur. Tað gjørdi mær ikki mun, um eg var livandi ella deyður.

Ímeðan alt hetta fór fram, vóru mamma og ein yngri beiggi hjá mær farin at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Pápi var í øðini og brendi bíbilska lesnaðin hjá teimum. Men tey hildu kortini fram at kanna Bíbliuna og blivu doypt sum Jehova vitni.

Ein dagin tosaði eitt Jehova vitni við pápa mín um lyftið, sum Bíblian gevur um eina framtíð, har alt á jørðini verður rættvíst. (Sálmur 72:12-14) Hetta dámdi pápa mínum so væl at hoyra, at hann fór at kanna tað sjálvur. Hann sá í Bíbliuni, at Gud lovar eina rættvísa stjórn, men hann sá eisini, at Gud krevur nakað av giftum monnum og pápum. (Efesusbrævið 5:28; 6:4) Stutt eftir blivu hann og øll hini systkini hjá mær Jehova vitni. Alt hetta visti eg einki um, tí eg var so langt heimanífrá.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Í 1978 flutti eg til Avstralia. Men sjálvt í hesum friðarliga og ríka landinum fann eg ongan sálarfrið. Eg bleiv við at drekka og taka rúsevni. Seinni tað árið vitjaðu Jehova vitni meg. Mær dámdi tað, sum tey vístu mær í Bíbliuni um eina friðarliga jørð, men eg var eitt sindur varin, tí eg vildi ikki fløkjast inn í nakað.

Stutt eftir hetta fór eg aftur til Filipsoyggjarnar í nakrar vikur. Systkini hjá mær fortaldu, at pápi okkara hevði stríðst fyri at gerast eitt betri menniskja, men eg var enn so illur, at eg royndi at sleppa undan at hava nakað við hann at gera.

Yngsta systirin vísti mær í Bíbliuni, hví lívið er so fult av líðingum og órættvísi. Eg var ovfarin av, at ein tannáringagenta við so fáum royndum kundi svara mínum spurningum. Áðrenn eg fór av stað aftur, gav pápi mær bókina Tú kanst liva um ævir í einum páradísi á jørðini. * Hann segði við meg: „Halt uppat at leita eftir svari á skeivum stað. Henda bókin kann hjálpa tær at finna tað, sum tú leitar eftir.“ Hann bað meg leita eftir Jehova vitnum, tá ið eg kom aftur til Avstralia.

Eg gjørdi, sum pápi segði, og fann ein ríkissal hjá Jehova vitnum tætt við bústaðin hjá mær í Brisbane. Eg segði ja til at kanna Bíbliuna regluliga. Profetiir í Bíbliuni, eitt nú tær í 7. kapitli í Dániels bók og í 9. kapitli í Esaiasar bók, sannførdu meg um, at Guds stjórn, sum ikki er spilt av mutri, fer at ráða yvir okkum í framtíðini. Eg lærdi, at jørðin skal blíva eitt paradís. Eg vildi gjarna hava Gud at góðtaka meg, men eg visti, at eg mátti læra at stýra mínum kenslum, leggja av at drekka og taka rúsevni og halda uppat at liva í kynsligum siðloysi. Tí gjørdi eg tað liðugt við gentuna, sum eg búði saman við, og eg kom burtur úr mínari misnýtslu. Eg fekk størri álit á Jehova og bað hann hjálpa mær at gera fleiri broytingar.

So við og við skilti eg, at tað, sum eg lærdi, veruliga kundi broyta eitt menniskja. Bíblian sigur, at um vit leggja orku í, kunnu vit lata okkum í eitt ’nýtt menniskja’. (Kolossebrævið 3:9, 10) Meðan eg royndi at gera tað, gekk tað upp fyri mær, at tað, sum eg hevði hoyrt um, at pápi mín hevði broytt seg, kanska passaði. Eg føldi ikki longur vreiði og illvilja ímóti honum, nei, eg vildi bara hava frið við hann. Endiliga kundi eg fyrigeva pápa mínum og sleppa hatrinum, sum eg hevði borið, líka síðan eg var smádrongur.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Tá ið eg var ungur, kom eg í hóslag við fólk, sum høvdu ringa ávirkan á meg. Ávaringin í Bíbliuni vísti seg at vera sonn í mínum føri – ringur felagsskapur leiddi meg í óføri. (1. Korintbræv 15:33) Men eg havi fingið álítandi vinir millum Jehova vitni, sum hava hjálpt mær at gerast eitt betri menniskja. Eg havi eisini fingið eina frálíka konu, sum eitur Loretta. Saman læra vit onnur, hvussu Bíblian kann hjálpa teimum.

Kona mín og eg eta eina máltíð saman við vinfólki

Tað er Bíbliuni fyri at takka, at eg slapp at uppliva, hvussu pápi mín bleiv nakað, eg ongantíð hevði væntað – ein góður hjúnafelagi hjá mammu míni og ein eyðmjúkur og friðarelskandi kristin. Tá ið pápi og eg møttust, eftir at eg var blivin doyptur sum Jehova vitni í 1987, klemmaði hann meg fyri fyrstu ferð í mínum lívi!

Pápi helt fram at fortelja øðrum um vónina í Bíbliuni saman við mammu í meira enn 35 ár. Hann var íðin og vísti øðrum umsorgan og bleiv kendur fyri at hjálpa øðrum. Hesi árini lærdi eg at virða og elska hann. Eg var errin av at vera sonur hansara. Hann doyði í 2016, men eg havi bara gott at bera honum, tí bæði hann og eg broyttu okkum øgiliga nógv, tá ið vit fóru at fylgja tí, sum Bíblian lærir. Eg føli als einki hatur til hansara longur. Og eg eri so takksamur fyri at hava lært mín himmalska faðir, Jehova Gud, at kenna, tí hann lovar at gera enda á øllum, sum elvir til trupulleikar í familjum kring heimin.

^ stk. 12 Jehova vitni hava givið út, men hon verður ikki prentað longur.