Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Besta virðislønin, eg havi fingið

Besta virðislønin, eg havi fingið
  • FØDDUR: 1967

  • HEIMLAND: FINNLAND

  • FORTÍÐ: PROFESSIONELLUR TENNISLEIKARI

BAKGRUND

Eg vaks upp í einum friðarligum øki í útjaðaranum á býnum Tampere í Finnlandi. Familjan hjá mær var ikki serliga trúgvandi, men legði dent á útbúgving og góðan atburð. Mamma mín er týsk, og tá ið eg var smádrongur, var eg viðhvørt og vitjaði ommu og abba í Vesturtýsklandi.

Mær hevur altíð dámt væl ítrótt. Sum smádrongur íðkaði eg øll møgulig sløg av ítrótti, men tá ið eg var umleið 14, valdi eg tennis framum. Tá ið eg var 16, vandi eg tvær til tríggjar ferðir um dagin, tvær ferðir við venjara, og so einsamallur um kvøldið. Eg var hugtikin av øllum tí ymiska í spælinum. At spæla tennis var sum at geva mær sjálvum eina avbjóðing, bæði sálarliga og kropsliga. Hóast mær dámdi væl at vera saman við vinfólki og fáa mær eina øl av og á, fekk eg ongantíð trupulleikar av rúsevnum ella alkoholi. Alt snúði seg um tennis – tað hevði fremsta plássið.

Eg fór at spæla í ATP kappingum, tá ið eg var 17. * Eftir at eg hevði vunnið fleiri kappingar, gjørdist eg landskendur. Og 22 ára gamal taldist eg millum teir 50 bestu tennisleikararnar í heiminum.

Í fleiri ár spældi eg professionelt tennis kring allan heimin. Í tí sambandi sá eg nógv hugtakandi støð, men eg varnaðist eisini nógvar av trupulleikunum í heiminum, eitt nú kriminalitet, rúsevnismisnýtslu og umhvørvistrupulleikar. Tá ið vit vóru í USA, fingu vit til dømis boð um ikki at fara ávís støð í summum býum, tí har var so nógvur kriminalitetur. Hetta órógvaði meg. Og sjálvt um eg gjørdi nakað, sum eg elskaði, føldi eg meg tóman innaní.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Daman hjá mær, Sanna, var farin at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Eg helt tað vera eitt sindur stuttligt at síggja hesa átrúnaðarligu síðuna av henni, men eg hevði einki ímóti tí. Vit blivu gift í 1990, og árið eftir bleiv hon doypt sum eitt Jehova vitni. Eg metti ikki meg sjálvan sum serliga trúgvandi, men eg trúði, at ein Gud var til. Omma mín í Týsklandi plagdi at lesa nógv í Bíbliuni, og hon lærdi meg eisini at biðja.

Ein dagin, tá ið Sanna og eg vitjaðu eini hjún, sum eru Jehova vitni, vísti maðurin, Kari, mær eina profeti í Bíbliuni um teir ’síðstu dagarnar’. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Tað hevði stóra ávirkan á meg, og eg skilti knappliga, hví heimurin er so óndur. Vit tosaðu ikki nógv meira um átrúnað tann dagin. Men eftir tað tosaðu Kari og eg javnan um Bíbliuna, og alt, sum hann fortaldi mær, gav meining. Av tí at eg var sera upptikin og ferðaðist nógv, var tað ikki so lætt hjá okkum at hittast regluliga, men Kari var ikki ráðaleysur. Hann svaraði spurningunum, sum eg setti, við at skriva mær brøv. Hann gav mær skilagóð svar úr Bíbliuni upp á lívsins stóru spurningar, og so við og við skilti eg reyða tráðin í henni – at Guds ríki fer at fremja Guds ætlan við jørðini. Tað hugtók meg at fáa at vita, at Gud eitur Jehova og at skilja, hvat hann hevur gjørt fyri okkum menniskju. (Sálmur 83:19) Tað, sum hugtók meg mest, var loysigjaldið, sum ikki bara var ein løgfrøðilig ella formlig fyriskipan, men Guds kærleiki vístur í verki. (Jóhannes 3:16) Eg lærdi eisini, at eg hevði møguleika at gerast vinur Guds og liva ævigt í einum friðsælum paradísi. (Jákupsbrævið 4:8) Alt hetta fekk meg at hugsa um, hvussu eg kundi vísa takksemi.

Eg fór av álvara at hugsa um, hvussu eg livdi mítt lív. Bíblian hevði lært meg, at størsta gleðin kemur av at geva, og eg fekk hug at fortelja øðrum um tað, sum eg hevði lært. (Ápostlasøgan 20:35) Av tí at eg var professionellur ítróttarmaður og luttók í kappingum, var eg heimanífrá umleið 200 dagar um árið. Alt í familjuni snúði seg um meg, um mína venjing, mína rutinu og mína yrkisleið. Eg skilti, at eg mátti gera nakrar broytingar.

Eg visti, at nógv fóru at halda tað vera løgið, um eg slepti eini lovandi yrkisleið av átrúnaðarligum grundum. Men møguleikin at læra Jehova betur at kenna og fáa ævigt lív hevði nógv størri týdning enn nøkur virðisløn, eg kundi vunnið við at spæla tennis, so tað var ikki ringt at taka avgerðina. Eg setti mær fyri ikki at leggja í, hvat onnur søgdu, tí tað var eg, sum skuldi taka avgerðina. Eitt ørindi í Bíbliuni, sum hjálpti mær at standa ímóti slíkum trýsti, var Sálmur 118:6: „HARRIN er við mær, eg óttist ikki; hvat kann maður fáa gjørt mær!“

Um hesa tíðina góvu nakrir sponsorar mær eitt sera gott tilboð, sum bar í sær, at eg kundi spæla professionelt tennis nógv ár fram í tíðina uttan at hugsa um nakað. Men eg hevði longu gjørt av at leggja frá mær, so eg segði nei takk og gavst at enda at spæla í ATP kappingum. Eg helt fram at kanna Bíbliuna, og 2. juli í 1994 bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Eingin persónligur sorgarleikur var neyðugur fyri at fáa meg at hugsa um Gud. Eg var heldur ikki ein persónur, sum leitaði eftir sannleikanum. Mítt lív var rættiliga gott, og eg føldi ikki, at eg kundi ynskt mær meira. Men kortini fann eg púra óvæntað út av, at ein størri meining er við lívinum, og nú havi eg fingið eitt nógv betri lív, ja, betri enn eg kundi droymt um. Okkara familjulív er betri, enn tað nakrantíð hevur verið. Og eg eri sera takksamur fyri, at synirnir hjá mær, sum eru tríggir í tali, allir hava valt somu leið sum eg – ikki sum ítróttarmenn, men sum kristnir.

Mær dámar enn væl at spæla tennis. Gjøgnum árini havi eg kunnað uppihildið familjuni við arbeiði, sum hevur við tennis at gera, eitt nú sum venjari og sum fyristøðufólk í einum tennissentri. Men nú snýr mítt lív seg ikki bara um ítrótt. Fyrr vandi eg nógvar tímar um vikuna fyri at gerast ein betri tennisleikari, ein meistari. Nú gleðist eg um at brúka meginpartin av míni tíð til at hjálpa øðrum at fylgja somu bíbilsku meginreglum, sum broyttu mítt lív. Mín størsta gleði er at seta sambandið við Jehova Gud á fremsta plássið og fortelja øðrum um ta frálíku framtíðina, hann lovar okkum. – 1. Timoteusarbræv 6:19.

^ stk. 3 ATP stendur fyri Association of Tennis Professionals. Felagsskapurin samskipar professionelt tennis hjá monnum. ATP Tour fevnir um fleiri professionellar kappingar, sum geva stig, og vinnarar fáa pengavirðislønir. Samanlagda stigatalið hjá leikarunum í kappingunum ger av, hvat pláss leikararnir fáa á stigatalvuni í heiminum.