Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Skrivstovur og rundvísingar

Tú ert hjartaliga vælkomin at fáa eina rundvísing á okkara skrivstovum og prentsmiðjum. Finn adressurnar og vita, nær rundvísingar eru.

 

USA

Rundvísingar

Skalt tú biðja um tíð til eina rundvísing? Ja. Fyri at sleppa undan, at ov nógv koma í senn og fyri at tryggja, at øll fáa sum mest burtur úr rundvísingini, er tað umráðandi, at øll, sum vitja Patterson, Wallkill ella Warwick, biðja um tíð til eina rundvísing, áðrenn tey koma, uttan mun til hvussu nógv tey eru. Nýt leinkini niðanfyri til at biðja um eina rundvísing á eini av okkara skrivstovum.

Ber tað til at fáa eina rundvísing, um tú ikki hevur biðið um tíð? Hevur tú ikki biðið um eina tíð, ber tað kanska ikki til at fáa eina rundvísing. Tað er avmarkað, hvussu nógv kunnu vitja søvnini í Warwick í senn.

Í hvussu góðari tíð skalt tú koma? Kom ikki meira enn ein tíma, áðrenn rundvísingin byrjar. Tí so slepst undan, at tað verður ov trongligt á parkeringsøkinum og í forhøllini.

Hvussu nógv støð ber til at vitja upp á ein dag? Tú fært mest burturúr, um tú ikki vitjar fleiri enn tvey støð.

Færri enn 20 fólk

Fleiri enn 20 fólk

Send eina umbøn á netinum fyri at fáa eina bólkarundvísing í Patterson, Wallkill ella Warwick.

Avlýs rundvísing

Fyll út oyðublaðið á netinum fyri at avlýsa eina rundvísing.

Warwick

1 Kings Dr.

TUXEDO PARK NY 10987

UNITED STATES

+1 845 524 3000

Rundvísingar

Frá mánadegnum 3. apríl 2017 verður møguligt at fáa rundvísing í Warwick. Vinaliga bið um eina rundvísing á netinum, áðrenn tú leggur ætlanir um at koma.

Mánadag til fríggjadag

8.00 til 16.00

(Framsýningar at hyggja at sjálvur)

8.00 til 11.00 og 13.00 til 16.00

Longd: 20 minuttir

(Rundvísing)

Vert at vita

Framsýningar at hyggja at sjálvur

  1. Bíblian og Guds navn. Henda framsýningin fevnir um sjáldsamar bíbliur og vísir, hvussu Guds navn er varðveitt í Bíbliuni, hóast nógvar royndir eru gjørdar at beina fyri tí. Framsýningin fevnir eisini um aðrar sjáldsamar bíbliur og lutir, sum verða skiftir út av og á.

  2. Eitt fólk, sum ber navn Jehova. Framsýningin gevur eitt søguligt yvirlit yvir andaliga arvin hjá Jehova vitnum í myndum. Lutir, myndir og frásøgur vísa, hvussu Jehova hevur leiðbeint, undirvíst og skipað sítt fólk at gera sín vilja.

  3. Høvuðsskrivstovan – Trúgv í verki. Henda framsýningin, sum er samvirkin (interaktiv), greiðir frá arbeiðinum í nevndunum hjá stýrandi ráðnum, og hvussu tær hjálpa Jehova vitnum at fylgja bíbilsku boðunum um at koma saman, gera lærisveinar, fáa sær andaliga føði og vísa hvørjum øðrum kærleika.

Rundvísing

Henda rundvísingin fevnir um skrivstovu- og tænastubygningin í Warwick og økið rundanum.

Tak eitt kunningarhefti niður

Patterson

100 Watchtower Dr. (2891 Route 22)

PATTERSON NY 12563

UNITED STATES

+1 845 306 1000

Rundvísingar

Vinaliga bið um eina rundvísing á netinum, áðrenn tú leggur ætlanir um at koma.

Mánadag til fríggjadag

8.00 til 11.00 og 13.00 til 16.00

Longd: 2 tímar

Vert at vita

Framleiðir ljóð- og filmsupptøkur og eisini myndatilfar til okkara lesnað. Rundvísingin leggur dent á bíbliuskúlar, sum eru á staðnum.

Wallkill

900 Red Mills Rd.

WALLKILL NY 12589

UNITED STATES

+1 845 744 6000

Rundvísingar

Vinaliga bið um eina rundvísing á netinum, áðrenn tú leggur ætlanir um at koma.

Mánadag til fríggjadag

8.00 til 11.00 og 13.00 til 16.00

Longd: 2 tímar

Vert at vita

Prentar hvørt ár meira enn 25 milliónir eintøk av bíbilskum lesnaði. Sendir lesnað út á meira enn 360 málum til deildarskrivstovur í øllum heiminum og til meira enn 15.000 samkomur hjá Jehova vitnum í USA, Kanada og Karibia.

Tak eitt kunningarhefti niður