Far beinleiðis til innihaldið

Skrivstovur og rundvísingar

Tú ert hjartaliga vælkomin at fáa eina rundvísing á okkara skrivstovum og prentsmiðjum. Finn adressurnar og vita, nær rundvísingar eru.

 

Meksiko

Rundvísingar

Skalt tú biðja um tíð til eina rundvísing? Ja. Fyri at sleppa undan, at ov nógv koma í senn og fyri at tryggja, at øll fáa sum mest burtur úr rundvísingini, er tað umráðandi, at øll biðja um tíð til eina rundvísing, áðrenn tey koma, uttan mun til hvussu nógv tey eru.

Ber tað til at fáa eina rundvísing, um tú ikki hevur biðið um tíð? Hevur tú ikki biðið um eina tíð, ber tað kanska ikki til at fáa eina rundvísing. Plássið ger, at tað er avmarkað, hvussu nógv kunnu vitja hvønn dag.

Í hvussu góðari tíð skalt tú koma? Kom ikki meira enn ein tíma, áðrenn rundvísingin byrjar, tí so slepst undan, at tað verður ov trongligt.

Hvussu bíleggur tú eina rundvísing? Trýst á „Bílegg eina rundvísing“.

Ber tað til at broyta ella avlýsa eina rundvísing? Ja. Trýst á „Sí ella broyt bíleggingar“.

Hvat um tað ikki ber til at fáa rundvísing teir dagarnar, tað liggur best fyri hjá tær? Blív við at kanna síðuna. Rundvísingar verða tøkar, tá ið bíleggingar verða broyttar ella avlýstar.

Rundvísingar

Ave Jardin No. 10

Fraccionamiento El Tejocote

56265 TEXCOCO, MEX

MEXICO

+52 555 133 3000

+52 555 858 0100

Vert at vita

Hevur umsjón við umsetingini av bíbilskum lesnaði til 70 mál, sum verða tosað í økinum frá Meksiko til Panama. Prentar lesnað á meira enn 60 málum og sendir lesnað á meira enn 80 málum út til fleiri enn 10 lond.

Tak eitt kunningarhefti niður