Far beinleiðis til innihaldið

Skrivstovur og rundvísingar

Tú ert hjartaliga vælkomin at fáa eina rundvísing á okkara skrivstovum og prentsmiðjum. Finn adressurnar og vita, nær rundvísingar eru.

 

Frakland

Rundvísingar

Skalt tú biðja um tíð til eina rundvísing? Ja. Fyri at sleppa undan, at ov nógv koma í senn og fyri at tryggja, at øll fáa sum mest burtur úr rundvísingini, er tað umráðandi, at øll biðja um tíð til eina rundvísing, áðrenn tey koma, uttan mun til hvussu nógv tey eru. Bið um eina tíð í minsta lagi eina viku frammanundan. Ætlar tú tær at koma ein heiligdag, verður tú biðin um at bíleggja í uppaftur betri tíð.

Ber tað til at fáa eina rundvísing, um tú ikki hevur biðið um tíð? Hevur tú ikki biðið um eina tíð, ber tað kanska ikki til at fáa eina rundvísing. Plássið ger, at tað er avmarkað, hvussu nógv kunnu vitja hvønn dag.

Í hvussu góðari tíð skalt tú koma? Kom ikki meira enn ein tíma, áðrenn rundvísingin byrjar, tí so slepst undan, at tað verður ov trongligt.

Hvussu bíleggur tú eina rundvísing? Trýst á „Bílegg eina rundvísing“.

Ber tað til at broyta ella avlýsa eina rundvísing? Ja. Trýst á „Sí ella broyt bíleggingar“.

Hvat um tað ikki ber til at fáa rundvísing teir dagarnar, tað liggur best fyri hjá tær? Blív við at kanna síðuna. Rundvísingar verða tøkar, tá ið bíleggingar verða broyttar ella avlýstar.

Rundvísingar

2 rue Saint-Hildevert

27400 LOUVIERS

FRANCE

+33 2 32 25 55 55

Vert at vita

Bíbilskur lesnaður verður umsettur til fleiri mál. Hevur umsjón við virkseminum hjá Jehova vitnum í Fraklandi, Móritius, Seyskelloyggjum og fronskum hjálondum (Franska Gujana, Guadeloupe, Martinique, Mayotte, Réunion, Sankta Barthélemy, Sankta Martin, Sankta Pierre og Miquelon).

Tak eitt kunningarhefti niður