Far beinleiðis til innihaldið

Rundvísingar á Betel

Tú ert hjartaliga vælkomin at fáa eina rundvísing á okkara deildarskrivstovum, sum vit vanliga rópa Betel. Á nøkrum av okkara skrivstovum eru framsýningar, sum tú kanst hyggja at sjálvur.

Upplýsing í sambandi við koronavirus (COVID 19): Í nógvum londum ber í løtuni ikki til at fáa eina rundvísing á okkara deildarskrivstovum. Fyri at fáa fleiri upplýsingar kanst tú seta teg í samband við ta deildarskrivstovuna, sum tú kundi hugsað tær at vitjað.

Slovenia

Bílegg eina rundvísing

Skalt tú biðja um tíð til eina rundvísing? Ja. Fyri at sleppa undan, at ov nógv koma í senn og fyri at tryggja, at øll fáa sum mest burtur úr rundvísingini, er tað umráðandi, at øll biðja um tíð til eina rundvísing, áðrenn tey koma, uttan mun til hvussu nógv tey eru.

Ber tað til at fáa eina rundvísing, um tú ikki hevur biðið um tíð? Hevur tú ikki biðið um eina tíð, ber tað kanska ikki til at fáa eina rundvísing. Plássið ger, at tað er avmarkað, hvussu nógv kunnu vitja hvønn dag.

Í hvussu góðari tíð skalt tú koma? Fyri at tryggja, at rundvísingin kann byrja til tíðina, biðja vit teg koma í minsta lagi tíggju minuttir, áðrenn rundvísingin byrjar.

Hvussu bíleggur tú eina rundvísing? Trýst á „Bílegg eina rundvísing“.

Ber tað til at broyta ella avlýsa eina rundvísing? Ja. Trýst á „Sí ella broyt bíleggingar“.

Hvat um tað ikki ber til at fáa rundvísing teir dagarnar, tað liggur best fyri hjá tær? Blív við at kanna síðuna. Rundvísingar verða tøkar, tá ið bíleggingar verða broyttar ella avlýstar.

Tak eitt kunningarhefti niður

Framsýninga

Tey vitjandi kunnu hyggja at eini framsýning, sum vísir søguna um slovensku Bíbliuna. Framsýningin vísir eisini, hvussu Guds navn er brúkt í bíblium og slovenskum lesnaði gjøgnum tíðina.

Adressa og telefonnummar

Groharjeva ulica 22

SI-1241 KAMNIK

SLOVENIA

+386 1 83 03 600