Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Veita Jehova vitni neyðhjálp?

Veita Jehova vitni neyðhjálp?

Ja, Jehova vitni veita ofta hjálp eftir stórar vanlukkur. Vit hjálpa bæði Jehova vitnum og øðrum, tí vit vilja fegin fylgja bíbilsku leiðbeiningini í Galatiabrævinum 6:10: „Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar.“ Vit royna eisini at nøkta kensluliga og andaliga tørvin hjá teimum vanlukkuraktu. – 2 Korintbræv 1:3, 4.

Hvussu verður neyðhjálpin skipað?

Eftir eina stóra vanlukku royna umsjónarmenninir í samkomunum at fáa samband við øll tey, sum hoyra til samkomurnar í vanlukkurakta økinum, fyri at vita, hvussu tað stendur til hjá teimum, og hvørjari hjálp tey møguliga hava tørv á. Síðani boða umsjónarmenninir tí lokalu deildarskrivstovuni hjá Jehova vitnum frá, hvussu støðan er, og hvørja hjálp teir longu hava veitt.

Er tørvur á meiri neyðhjálp, enn samkomurnar eru førar fyri at veita, skipar Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum fyri neyðugu hjálpini. Tey fyrstu kristnu hjálptu eisini hvørjum øðrum á líknandi hátt undir einari hungursneyð. (1 Korintbræv 16:1-4) Lokala deildarskrivstovan setur neyðhjálparnevndir at skipa og leiða arbeiðið. Aðrastaðni frá koma Jehova vitni sjálvboðin at hjálpa til og geva av síni tíð og orku. – Orðtøkini 17:17.

Hvussu verður neyðhjálpin fíggjað?

Stuðulin, sum verður sendur til deildarskrivstovurnar hjá Jehova vitnum, verður millum annað nýttur til at hjálpa teimum, sum verða rakt av vanlukkum. (Ápostlasøgan 11:27-30; 2 Korintbræv 8:13-15) Tey, sum hjálpa til, eru ólønt, og tí verður stuðulin brúktur til neyðhjálp og ikki til fyrisiting. Vit leggja okkum nær at brúka stuðulin á bestan hátt. – 2 Korintbræv 8:20.