Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Eru Jehova vitni sionistar?

Eru Jehova vitni sionistar?

Nei, tað eru tey ikki. Jehova vitni eru kristin, sum grunda sína trúgv á Bíbliuna. Nakrir átrúnaðir læra, at jødar sambært bíbliuprofetium skulu savnast í Palestina, men tað trúgva Jehova vitni ikki. Tey trúgva ikki, at Bíblian frammanundan hevur boðað frá hesi politisku gongdini. Í roynd og veru tekur Bíblian onga politiska stjórn, ongan etniskan bólk og einki fólk fram um annað. Almenna blaðið hjá Jehova vitnum, Vagttårnet, hevur greitt sagt: „Politisk sionisma hevur einki bíbilskt grundarlag.“

Sambært Encyclopædia Britannica er sionisma ein „jødisk tjóðskaparlig rørsla, sum hevur havt í hyggju at stovna eitt jødiskt ríki í Palestina“. Upprunin til rørsluna er bæði átrúnaðarligur og politiskur. Jehova vitni tala ikki fyri átrúnaðarligari sionismu, og tey eru fullkomiliga uttanveltað í sambandi við politiska sionismu.

Samskipanin hjá Jehova vitnum er einans átrúnaðarlig og talar ikki fyri nakrari politiskari skipan, heldur ikki sionismu. Tað er væl prógvað, at Jehova vitni eru politiskt uttanveltað, og í summum londum hava tey verið fyri ógvisligum ágangi, tí tey ikki vildu slaka í uttanveltaðu støðu síni. Jehova vitni eru sannførd um, at bara Guds himmalska ríki kann fáa frið í lag á jørðini; tað megnar eingin stjórn ella rørsla í heiminum.

Ein grundleggjandi læra hjá Jehova vitnum er, at tey skulu akta landsins lógir, uttan mun til hvar tey búgva. Tey gera ikki uppreistur ímóti yvirvøldini og taka heldur ikki lut í vápnaðum bardøgum.