Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat er stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum?

Hvat er stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum?

Stýrandi ráðið er ein lítil bólkur av andaliga búnum monnum, sum samskipa arbeiðið hjá Jehova vitnum um allan heimin. Arbeiðið hjá teimum er býtt upp í tveir partar:

  • Teir hava umsjón við bíbilsku undirvísingini, sum Jehova vitni fáa í lesnaði, á møtum og skúlum. – Lukas 12:42.

  • Teir hava umsjón við boðanararbeiðinum hjá Jehova vitnum og hava eftirlit við nýtsluni av stuðlinum, ið verður latin.

Stýrandi ráðið tekur eftir ’ápostlunum og hinum elstu’ í Jerusalem í fyrstu øld, sum tóku týðandi avgerðir fyri alla ta kristnu samkomuna. (Ápostlasøgan 15:2) Hesir trúføstu menninir vóru ikki leiðarar, og limirnir í stýrandi ráðnum eru heldur ikki leiðarar í okkara samskipan. Teir leita sær ráð í Bíbliuni og ásanna, at Jehova Gud hevur útnevnt Jesus til at vera høvur samkomunnar. – 1. Korintbræv 11:3; Efesusbrævið 5:23.

Hvørjir eru limirnir í stýrandi ráðnum?

Frá mars 2016 eru limirnir í stýrandi ráðnum Samuel Herd, Geoffrey Jackson, Stephen Lett, Gerrit Lösch, Anthony Morris, Mark Sanderson og David Splane. Teir tæna á okkara høvuðsskrivstovu í Warwick, New York, USA.

Hvussu er stýrandi ráðið skipað?

Stýrandi ráðið hevur stovnað seks nevndir, sum hava umsjón við ymiskum pørtum av okkara arbeiði, og hvør limur situr í eini ella fleiri av hesum nevndunum.

  • Samskipanarnevndin: Hevur umsjón við løgfrøðiligum málum. Skipað verður eisini fyri hjálp, um vanlukkur henda, ella tá ið Jehova vitni verða atsøkt fyri sína trúgv, ella um onnur týðandi mál, sum ávirka samskipanina, stinga seg upp.

  • Starvsfólkanevndin: Tekur sær av øllum, sum hevur við betelfamiljuna at gera.

  • Útgevaranevndin: Hevur umsjón við prenting og flutningi av bíbilskum lesnaði og við arbeiðinum at byggja møtisalir, umsetingar- og deildarskrivstovur.

  • Tænastunevndin: Hevur umsjón við arbeiðinum at boða „evangelium ríkisins“. – Matteus 24:14.

  • Undirvísingarnevndin: Syrgir fyri bíbilsku undirvísingini, sum vit fáa á møtum, skúlum og í ljóðupptøkum og filmum.

  • Skrivinevndin: Syrgir fyri bíbilsku undirvísingini, sum vit fáa í prentaðum lesnaði og á okkara heimasíðu. Hevur eisini umsjón við umsetingararbeiðinum.

Umframt at arbeiða í hesum nevndunum kemur stýrandi ráðið saman eina ferð um vikuna fyri at tosa um tørvin í samskipanini. Á hesum fundunum tosa teir um, hvat Bíblian sigur, og teir lata seg leiða av heilaga anda Guds, so teir kunnu taka avgerðir, sum teir allir eru samdir um. – Ápostlasøgan 15:25.

Hvørjir eru hjálparmenninir hjá stýrandi ráðnum?

Teir eru álítandi kristnir menn, sum hjálpa til í nevndunum hjá stýrandi ráðnum. (1. Korintbræv 4:2) Teir hava førleikar og royndir innan arbeiðið, sum viðkomandi nevndin hevur umsjón við, og teir eru við á fundinum hjá nevndini hvørja viku. Hjálparmenninir eru ikki við til at taka avgerðir, men teir hava stóra vitan og eru góðir í ráðum. Teir seta avgerðirnar hjá nevndini í verk og kanna eftirfylgjandi, hvussu úrslitið verður av hesum. Stýrandi ráðið kann eisini geva teimum ta uppgávu at vitja Jehova vitni ymsastaðni í heiminum ella at halda fyrilestrar við serlig høvi, eitt nú á ársmøtum ella tá ið fráfaringarhald er í sambandi við Gileadskúlan.

LISTI VIÐ HJÁLPARMONNUM

Nevnd

Navn

Samskipanarnevndin

  • John Ekrann

 

Starvsfólkanevndin

  • Gerald Grizzle

  • Patrick LaFranca

  • Daniel Molchan

  • Ralph Walls

 

Útgevaranevndin

  • Don Adams

  • Robert Butler

  • Harold Corkern

  • Donald Gordon

  • Robert Luccioni

  • Alex Reinmueller

  • David Sinclair

 

Tænastunevndin

  • Gary Breaux

  • Joel Dellinger

  • Seth Hyatt

  • Christopher Mavor

  • Baltasar Perla

  • William Turner

  • Robert Wallen

  • Leon Weaver

 

Undirvísingarnevndin

  • Ronald Curzan

  • Kenneth Flodin

  • William Malenfant

  • Mark Noumair

  • David Schafer

 

Skrivinevndin

  • Robert Ciranko

  • James Mantz

  • Izak Marais

  • Gene Smalley

  • van Selm, Hermanus

 

LÆR MEIRA

Hví hevur Gud eina samskipan?

Bíblian sigur frá, hví og hvussu sonn kristin eru samskipað.

Hvussu virkar Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum í dag?

Í fyrstu øld tænti ein lítil bólkur av elstum og ápostlum sum eitt stýrandi ráð hjá kristnu samkomuni. Hvussu er í dag?

Hava Jehova vitni ein løntan prestaskap?

Eru tey býtt sundur í prestar og leikfólk? Hvørji boða gleðiboðskapin og undirvísa?