Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Hví vitja Jehova vitni fólk, sum fyrr hava sagt, at tey ikki eru áhugað?

Hví vitja Jehova vitni fólk, sum fyrr hava sagt, at tey ikki eru áhugað?

Jehova vitni elska bæði Gud og síni medmenniskju, og tí tosa vit við øll um lívbjargandi boðskapin í Bíbliuni, eisini við tey, sum fyrr hava sagt, at tey ikki eru áhugað. (Matteus 22:37-39) Kærleikin til Gud fær okkum at akta son hansara, sum bað okkum prædika. (Ápostlasøgan 10:42; 1. Jóhannesarbræv 5:3) Tað ber í sær, at vit fara út við boðskapinum meira enn eina ferð, eins og Guds profetar í forðum gjørdu. (Jeremias 25:4) Vit elska okkara medmenniskju, og tí royna vit at bera øllum boðskapin um Guds ríki, eisini teimum, sum fyrr hava sagt, at tey ikki eru áhugað. – Matteus 24:14.

Tá ið vit vitja aftur, har sum eingin áhugi var seinast, hendir tað meir enn so, at vit hitta onkran, sum hevur hug at tosa. Her eru tríggjar orsakir til tað:

  • Fólk flyta.

  • Onkur annar í húsinum er áhugaður í boðskapinum.

  • Fólk broytast. Hendingar í heiminum ella persónlig viðurskifti kunnu fáa fólk at hugsa um andaligar spurningar, so tey fáa hug at kanna, hvat Bíblian sigur. (Lukas 11:28) Sjálvt tey, sum finnast at okkum, kunnu broyta meining eins og Paulus ápostul. – 1. Timoteusarbræv 1:13.

Tó noyða vit ongan at lurta eftir boðskapinum. (1. Pætursbræv 3:15) Vit halda, at ein og hvør má taka sína egnu avgerð í sambandi við átrúnað. – 5. Mósebók 30:19, 20.

LÆR MEIRA

MANGAN SPURT

Royna Jehova vitni at vinna sær frelsu við at ganga hús úr húsi?

Hvat trúgva vit um frelsu og um, hvat skal til fyri at verða frelstur?

MANGAN SPURT

Eru Jehova vitni kristin?

Fá at vita, hvør munurin er á okkum og øðrum trúarbólkum, ið rópa seg kristnar.

MANGAN SPURT

Halda Jehova vitni, at tey hava ta einastu sonnu trúnna?

Segði Jesus, at nógvir vegir eru til frelsu?