Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Hví vitja Jehova vitni fólk, sum longu eru trúgvandi?

Hví vitja Jehova vitni fólk, sum longu eru trúgvandi?

Vit hava lagt til merkis, at nógv, sum longu eru trúgvandi, fegin vilja tosa við okkum um bíbilsk evni. Vit virða sjálvandi rættin hjá fólki at hava sína egnu trúgv, og vit tvinga ongan at lurta eftir boðskapinum, sum vit koma við.

Tá ið vit tosa við fólk um átrúnað, royna vit at fylgja bíbilsku ráðunum um at gera tað „við spakføri“ og við virðing. (1 Pætur 3:15) Vit vita, at nøkur ikki vilja lurta eftir boðskapinum, sum vit koma við. (Matteus 10:14) Men vit kunnu ikki vita, hvørja áskoðan fólk hava, fyrr enn vit hava tosað við tey. Vit vita eisini, at umstøðurnar hjá fólki broytast.

Ein, sum til dømis ikki hevur tíð at tosa við okkum, tá ið vit koma at banka uppá, vil kanska fegin práta við okkum eina aðra ferð. Og fólk kunnu eisini fáa trupulleikar ella annað at dragast við, sum kann hava við sær, at tey fáa áhuga fyri boðskapinum í Bíbliuni. Tí vitja vit fólk fleiri ferðir.