Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hví brúka Jehova vitni ikki krossin í síni gudsdyrkan?

Hví brúka Jehova vitni ikki krossin í síni gudsdyrkan?

Nógv fólk meta krossin sum eina ímynd um kristindómin. Hóast vit sum Jehova vitni eru kristin, brúka vit ikki krossin í okkara gudsdyrkan. Hví ikki?

Ein orsøk er, at Bíblian ger vart við, at Jesus ikki doyði á einum krossi, men á einum steyra. Grikska orðið, sum í Bíbliuni vanliga verður umsett „krossur“, hevur grundtýdningin „upprættur steyri ella stólpi“. (Ápostlasøgan 10:39) Haraftrat stendur týðiliga í Bíbliuni, at kristin skulu flýggja undan avgudadyrkan, og tað vil siga, at tey ikki skulu brúka krossin í gudsdyrkanini. – 1 Korintbræv 10:14; 1 Jóhannes 5:21.

Legg eisini til merkis, at Jesus segði: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“ (Jóhannes 13:34, 35) Soleiðis vísti Jesus, at tað var ósjálvsøkin kærleiki, sum skuldi eyðkenna hansara sonnu lærisveinar – ikki krossurin ella nøkur onnur halgimynd.