Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Hví hava Jehova vitni broytt nakrar av sínum lærusetningum?

Hví hava Jehova vitni broytt nakrar av sínum lærusetningum?

Okkara trúgv hevur altíð verið grundað á Bíbliuna. Verða vit varug við, at okkurt av tí, vit trúgva, ikki samsvarar við Bíbliuna, broyta vit tað. *

Broytingar av hesum slag hóska til bíbilsku meginregluna, sum stendur í Orðtøkunum 4:18: „Gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er.“ Eins og vit síggja alt rundan um okkum klárari, tá ið sólin rísur, skilja vit eisini bíbilska boðskapin betur, so hvørt sum Gud opinberar hann fyri okkum. (1. Pætursbræv 1:10-12) Og sum Bíblian boðar frá, hevur Gud opinberað serliga nógv í „endans tíð“. – Dániel 12:4.

Hesar broytingarnar í okkara fatan áttu hvørki at komið óvart á okkum ella at ørkymlað okkum. Tænarar Guds í forðum høvdu eisini skeivar fatanir, sum teir noyddust at broyta.

  • Móses vildi fegin bjarga ísraelsmonnum, 40 ár áðrenn Gud ætlaði tað. – Ápostlasøgan 7:23-25, 30, 35.

  • Ápostlarnir skiltu ikki profetiina, sum segði, at Messias skuldi doyggja og rísa upp. – Esaias 53:8-12; Matteus 16:21-23.

  • Nøkur av teimum fyrstu kristnu høvdu misskilt, nær „dagur Harrans“ skuldi koma. – 2. Tessalonikabræv 2:1, 2.

Við tíðini rættaði Gud hesar misskiljingarnar, og vit biðja um, at hann ger tað sama fyri okkum. – Jákupsbrævið 1:5.

^ par. 2 Vit royna ikki at krógva, at vit hava broytt nakrar av okkara lærusetningum. Tvørturímóti gera vit vart við tað í okkara lesnaði. Vel til dømis danska partin av heimasíðuni, trýst á Watchtower ONLINE LIBRARY og skriva „Trosopfattelser justeret“ í leititeigin.