Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hava Jehova vitni reglur um tað, at tvey ganga saman?

Hava Jehova vitni reglur um tað, at tvey ganga saman?

Vit trúgva, at meginreglurnar og lógirnar, sum standa í Bíbliuni, kunnu hjálpa okkum at taka avgerðir, sum bæði gleða Gud og gagna okkum sjálvum. (Esaias 48:17, 18) Tað eru ikki vit, sum hava gjørt hesar meginreglurnar og lógirnar, men vit hava valt at liva eftir teimum. Legg til merkis, hvussu nakrar av teimum kunnu brúkast í sambandi við, at tvey ganga saman. *

  • Hjúnabandið er bindandi. (Matteus 19:6) Vit, sum eru Jehova vitni, meta tað at ganga saman sum eitt stig á leiðini til hjúnaband, og tí taka vit tað í álvara.

  • Bert tvey, sum eru nóg gomul at giftast, eiga at ganga saman. Tað eru tey, tá ið tey eru „farin um ungdómsárini“, altso árini tá ið seksuelli hugurin er sterkastur. – 1. Korintbræv 7:36.

  • Áðrenn tvey fara at ganga saman, mugu bæði vera leys at gifta seg. Hóast nøkur eftir lógini eru skild, er tað ikki vist, at tey í Guds eygum eru leys at gifta seg aftur, tí sambært hansara orði er ótrúskapur einasta góðkenda orsøkin til hjúnaskilnað. – Matteus 19:9.

  • Ein kristin, sum fegin vil giftast, má eftir Guds boðum bert velja ein trúarfelaga. (1. Korintbræv 7:39) Tí halda vit ikki, at tað er nóg mikið, at viðkomandi bara virðir okkara trúgv, nei, hann ella hon má vera eitt doypt Jehova vitni, sum fylgir tí, Bíblian sigur. (2. Korintbræv 6:14) Gud hevur altíð givið sínum tænarum boð um bert at gifta seg við einum, sum hevur somu trúgv. (1. Mósebók 24:3; Malakias 2:11) Granskarar nú á døgum eru komnir eftir, at hesi boðini eisini eru gagnlig. *

  • Børn skulu akta foreldrini. (Orðtøkini 1:8; Kolossebrævið 3:20) Tað vil siga, at ung, sum búgva heima, mugu fylgja teimum reglunum, ið foreldrini áseta um tað at ganga saman. Foreldrini siga kanska, hvussu gomul tey skulu vera, áðrenn tey sleppa at ganga saman við einum, og hvat tey sleppa at gera saman.

  • Tað er sjálvsagt upp til ein sjálvan, um mann velur at ganga saman við einum, og um so er við hvørjum, bert mann fylgir leiðreglunum í Bíbliuni. Hetta samsvarar við bíbilsku meginregluna í Galatiabrævinum 6:5: „Ein og hvør skal bera sína egnu byrði.“ Nógv leita sær eisini ráð um hetta evnið hjá búnum trúarfelagum. – Orðtøkini 1:5.

  • Nógv av tí, sum fólk vanliga gera, tá ið tey ganga saman, er í veruleikanum skeivt. Til dømis sigur Bíblian, at vit skulu halda okkum frá kynsligum siðloysi. Hetta fevnir ikki bert um samlegu, men eisini um óhóskandi gerðir millum fólk, sum ikki eru gift, eitt nú at nerta við kynsgøgnini hjá hvørjum øðrum ella at hava oral- ella analsex. (1. Korintbræv 6:9-11) Eisini atburður, sum vekur seksuella hugin, men ikki endar við kynsligum siðloysi, er „óreinska“, sum Gud ikki góðtekur. (Galatiabrævið 5:19-21) Óhóskandi samrøður, ella „skammiligt tos“, er eisini nakað, sum Bíblian fordømir. – Kolossebrævið 3:8.

  • Hjartað er svikafult. (Jeremias 17:9) Tað kann fáa okkum at gera nakað, sum vit vita er skeivt. Skal hjartað ikki villleiða tvey, sum ganga saman, mugu tey ansa eftir ikki at koma í eina støðu, har tey eru einsamøll og kunnu verða freistað at gera nakað skeivt. Tey velja kanska bert at vera saman, tá ið ein ella fleiri eru hjástødd. (Orðtøkini 28:26) Jehova vitni, sum leita eftir einum hjúnafelaga, eru varug við, hvussu vandamikið tað kann vera at leita eftir einum maka á netinum, serliga tí mann kann blíva góður við ein, sum mann lítið og einki veit um. – Sálmur 26:4.

^ par. 2 Tað er ikki vanligt í øllum mentanum, at tvey ganga saman, áðrenn tey verða gift. Bíblian sigur heldur ikki, at tað er neyðugt.

^ par. 6 Til dømis sigur ein grein í tíðarritinum Marriage & Family Review, at „tríggjar kanningar hava staðfest, at lykilin til eitt langt hjúnaband (25-50+ ár) er, at hjún hava somu átrúnaðarligu áskoðan, sannføring og trúgv“. – Bind 38, útgáva 1, síða 88 (2005).