Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat trúgva Jehova vitni?

Hvat trúgva Jehova vitni?

Vit leggja okkum eftir at fylgja Jesu læru, ið er tann kristindómurin, sum ápostlarnir livdu eftir. Henda greinin gevur eitt stutt yvirlit yvir okkara grundleggjandi trúarlæru.

  1. Gud. Vit tilbiðja hin einasta sanna og alvalda Gud, Skaparan, sum eitur Jehova. (Sálmur 83:19; Opinberingin 4:11) Hann er tann Gud, sum Ábraham, Móses og Jesus tilbóðu. – 2 Mósebók 3:6; 32:11; Jóhannes 20:17.

  2. Bíblian. Vit viðurkenna, at Bíblian kemur frá Gudi og er hansara boðskapur til menniskju. (Jóhannes 17:17; 2 Timoteus 3:16) Okkara trúgv er grundað á allar 66 bøkur í Bíbliuni, tað vil siga bæði „Nýggja testamenti“ og „Gamla testamenti“. Jason D. BeDuhn professari lýsti tað beinrakin, tá ið hann skrivaði, at Jehova vitni grunda „sína trúgv og gudsdyrkan á tað, Bíblian veruliga sigur, uttan frammanundan at hava gjørt sær eina meining um, hvat átti at staðið í henni“. *

    Hóast vit góðtaka alt, sum stendur í Bíbliuni, eru vit ikki fundamentalistar. Vit viðurkenna, at Bíblian summastaðni er skrivað í myndum, sum ikki skulu skiljast bókstavliga. – Opinberingin 1:1.

  3. Jesus. Jesus er okkara fyrimynd, vit fylgja hansara læru og æra hann sum okkara frelsara og sum son Guds. (Matteus 20:28; Ápostlasøgan 5:31) So vit eru kristin. (Ápostlasøgan 11:26) Við at kanna Bíbliuna hava vit lært, at Jesus ikki er hin alvaldi Gud, og at tríeindarlæran einki grundarlag hevur í Bíbliuni. – Jóhannes 14:28.

  4. Guds ríki. Guds ríki er ein verulig stjórn í himli, og ikki ein hjartastøða hjá kristnum. Tað fer at beina fyri øllum menniskjaskaptum stjórnum og fremja Guds ætlan við jørðini. (Dániel 2:44; Matteus 6:9, 10) Hetta fer skjótt at henda, tí profetiirnar í Bíbliuni vísa, at vit liva á „síðstu døgum“. – 2 Timoteus 3:1-5; Matteus 24:3-14.

    Jesus er kongurin í Guds ríki í himli. Hann byrjaði at stjórna í 1914. – Opinberingin 11:15.

  5. Frelsa. Av tí at Jesus gav sítt lív fyri okkum menniskju, kunnu vit blíva loyst frá synd og deyða. (Matteus 20:28; Ápostlasøgan 4:12) Skal hetta ofrið gagna fólki, mugu tey umframt at trúgva á Jesus eisini broyta lívshátt og lata seg doypa. (Matteus 28:19, 20; Jóhannes 3:16; Ápostlasøgan 3:19, 20) Gerningar vísa, um trúgvin er livandi. (Jákup 2:24, 26) Men tað ber ikki til at gera seg verdan til frelsu – hon fæst bara av „náði Guds“. – Galatiabrævið 2:16, 21.

  6. Himmalin. Jehova Gud, Jesus Kristus og teir trúføstu einglarnir búgva í andaheiminum. * (Sálmur 103:19-21; Ápostlasøgan 7:55) Lutfalsliga fá menniskju – 144.000 – verða reist upp til lív í himli, har tey skulu stjórna saman við Jesusi í Guds ríki. – Dániel 7:27; 2 Timoteus 2:12; Opinberingin 14:1, 3.

  7. Jørðin. Gud skapti jørðina til bústað hjá menniskjum, og tey skuldu búgva á henni í allar ævir. (Sálmur 104:5; 115:16; Prædikarin 1:4) Gud fer at syrgja fyri, at tey, sum eru honum lýðin, verða fullkomiliga frísk og sleppa at liva um ævir í einum paradísi á jørðini. – Sálmur 37:11, 34.

  8. Óndskapur og líðingar. Óndskapur og líðingar byrjaðu, tá ið ein av Guds einglum gjørdi uppreistur. (Jóhannes 8:44) Hesin eingilin, sum eftir uppreisturin varð róptur „Satan“ og „Djevulin“, fekk fyrsta mannin og fyrstu kvinnuna at fylgja sær, og tað hevur havt syrgiligar avleiðingar fyri teirra eftirkomarar. (1 Mósebók 3:1-6; Rómbrævið 5:12) Fyri at svara stríðsspurningunum, sum Satan reisti, hevur Gud loyvt óndskapi og líðingum, men hann fer ikki at loyva hesum viðurskiftunum at halda fram í allar ævir.

  9. Deyðin. Tá ið fólk doyggja, eru tey ikki longur til. (Sálmur 146:4; Prædikarin 9:5, 10) Tey pínast ikki í einum brennandi helviti.

    Gud fer at geva milliardum lívið aftur í eini uppreisn. (Ápostlasøgan 24:15) Men tey, sum nokta at fylgja Guds leiðum eftir at hava fingið eina uppreisn, verða fyribeind og hava onga vón um at fáa lívið aftur. – Opinberingin 20:14, 15.

  10. Familjan. Vit fylgja Guds upprunaligu áseting um hjúnabandið, sum er eitt varandi samband millum ein mann og eina kvinnu, har einasta loyvda grundarlag fyri at lata seg skilja er ótrúskapur. (Matteus 19:4-9) Vit eru sannførd um, at vísdómurin í Bíbliuni hjálpir familjum at fáa tað gott. – Efesusbrævið 5:22 – 6:1.

  11. Okkara gudsdyrkan. Vit nýta ikki krossin í okkara gudsdyrkan og heldur ikki aðrar lutir ella myndir. (5 Mósebók 4:15-19; 1 Jóhannes 5:21) Niðanfyri verður víst á nakrar týðandi partar av okkara gudsdyrkan:

    • Vit biðja til Gud. – Filippibrævið 4:6.

    • Vit lesa og kanna Bíbliuna. – Sálmur 1:1-3.

    • Vit hugsa gjølla um tað, sum vit læra úr Bíbliuni. – Sálmur 77:13.

    • Vit koma saman á møtum, har vit biðja, kanna Bíbliuna, syngja, viðgera andalig evni og lívga okkara trúarfelagar og onnur. – Kolossebrævið 3:16; Hebrearabrævið 10:23-25.

    • Vit boða „evangelium ríkisins“. – Matteus 24:14.

    • Vit hjálpa teimum, sum eru illa fyri. – Jákup 2:14-17.

    • Vit byggja og halda ríkissalir og aðrar bygningar við líka, sum verða nýttir til frama fyri okkara heimsumfatandi bíbliuundirvísingararbeiði. – Sálmur 127:1.

    • Vit veita neyðhjálp. – Ápostlasøgan 11:27-30.

  12. Okkara samskipan. Vit eru skipað í samkomur, og í øllum samkomum er eitt ráð av elstum, sum hevur umsjón við samkomuni. Men teir elstu virka ikki sum ein prestaskapur, og teir fáa onga løn. (Matteus 10:8; 23:8) Vit lata ikki tíggjund, og eingin peningainnsavning fer fram á okkara møtum. (2 Korintbræv 9:7) Alt okkara virksemi verður stuðlað við sjálvbodnum gávum, og eingin veit, hvat hvør gevur.

    Stýrandi ráðið – ein lítil bólkur av búnum kristnum, sum tænir á okkara høvuðsskrivstovu – syrgir fyri, at Jehova vitni í øllum heiminum fáa bíbilska leiðbeining. – Matteus 24:45.

  13. Okkara einleiki. Jehova vitni í øllum heiminum trúgva tað sama. (1 Korintbræv 1:10) Vit stremba eftir at hava somu áskoðan á øll menniskju, uttan mun til sosiala støðu, rasu, tjóðskap ella stættamun. (Ápostlasøgan 10:34, 35; Jákup 2:4) Men hóast vit eru sameind, er pláss fyri ymiskleika. Øll Jehova vitni taka avgerðir í samsvari við sína egnu samvitsku, sum er upplærd eftir Bíbliuni. – Rómbrævið 14:1-4; Hebrearabrævið 5:14.

  14. Okkara atburður. Vit royna at vísa kærleika í øllum. (Jóhannes 13:34, 35) Vit vilja ikki gera nakað, sum Gud ikki kann góðtaka. Til dømis misbrúka vit ikki blóð við at fáa blóðflutning. (Ápostlasøgan 15:28, 29; Galatiabrævið 5:19-21) Vit eru friðarlig og fara ikki í kríggj. (Matteus 5:9; Esaias 2:4) Vit virða myndugleikarnar í landinum, sum vit búgva í, og akta lógirnar, bara tær ikki krevja, at vit skulu gera nakað, sum gongur ímóti Guds lógum. – Matteus 22:21; Ápostlasøgan 5:29.

  15. Okkara samband við onnur. Jesus segði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ Hann segði eisini, at kristin „eru ikki av heiminum“. (Matteus 22:39; Jóhannes 17:16) So vit royna at „gera øllum gott“, men eru púra uttanveltað í politikki og hava einki tilknýti til aðrar átrúnaðir. (Galatiabrævið 6:10; 2 Korintbræv 6:14) Tó virða vit, at onnur hava rætt at velja øðrvísi. – Rómbrævið 14:12.

Hevur tú fleiri spurningar um trúnna hjá Jehova vitnum, kanst tú fáa meir at vita á okkara heimasíðu. Tú kanst eisini seta teg í samband við eina av okkara skrivstovum, koma á møti í einum ríkissali ella tosa við eitt Jehova vitni, har sum tú býrt.

^ par. 4 Sí bókina Truth in Translation, síðu 165.

^ par. 10 Óndir einglar eru koyrdir út úr himli, men teir eru enn í andaheiminum. – Opinberingin 12:7-9.

LÆR MEIRA

Hvør stovnaði samkomuna hjá Jehova vitnum?

Hví kann tað ikki sigast, at Charles Taze Russell stovnaði ein nýggjan átrúnað?

Hava Jehova vitni sína egnu bíbliu?

Brúkar tú fleiri bíbliuumsetingar, fært tú meira burturúr, tá ið tú kannar Bíbliuna. Bíbliuumsetingin New World Translation of the Holy Scriptures er góð at brúka, tí hon er heilt serlig á trimum økjum.

Hví halda Jehova vitni ikki føðingardag?

Her verður víst á fýra síður av føðingardagshaldi, sum vísa, hví Gudi ikki dámar tað.

Trúgva Jehova vitni á Jesus?

Hugsa um, hví tað er av alstórum týdningi hjá sonnum kristnum at trúgva á Jesus.

Hvørji eru Jehova vitni?

Hvussu nógv Jehova vitni kennir tú? Hvat veitst tú um okkum?