Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Hvørja áskoðan hava Jehova vitni á jarðarferðir?

Hvørja áskoðan hava Jehova vitni á jarðarferðir?

Okkara áskoðan á jarðarferðir er grundað á tað, sum Bíblian lærir, millum annað hetta:

  • Tað er natúrligt at syrgja, tá ið ein av okkara kæru doyr. Lærisveinarnir hjá Jesusi syrgdu, tá ið teir mistu ein kæran. (Jóhannes 11:33-35, 38; Ápostlasøgan 8:2; 9:39) Ein jarðarferð er tí einki veitsluhald, men eitt høvi at ugga og troysta tey, sum hava mist. – Prædikarin 3:1, 4; 7:1-4; Rómbrævið 12:15.

  • Tey deyðu vita ikki til sín. Uttan mun til okkara bakgrund og mentan halda vit okkum frá óbíbilskum siðum, sum eru grundaðir á læruna um, at tey deyðu vita til sín og kunnu ávirka tey livandi. (Prædikarin 9:5, 6, 10) Summi vakja til dømis yvir teimum deyðu, hava stórar veitslur í sambandi við jarðarferðina ella ársdagin fyri jarðarferðina, ofra til tann deyða, tosa við tey deyðu og hava serligar siðir í sambandi við einkjustøðuna. Vit halda okkum frá slíkum siðum, tí vit vilja akta boðini í Bíbliuni: „Skiljið tykkum frá teimum ... og nemið einki óreint!“ – 2. Korintbræv 6:17.

  • Vón er fyri teimum deyðu. Bíblian lærir okkum um eina tíð, tá ið tey deyðu skulu rísa upp, og deyðin ikki skal vera til longur. (Ápostlasøgan 24:15; Opinberingin 21:4) Eins og henda vónin uggaði tey fyrstu kristnu, uggar hon eisini okkum, og tí hava vit ongar víðgongdar syrgisiðir. – 1. Tessalonikabræv 4:13.

  • Bíblian mælir til lítillæti. (Orðtøkini 11:2) Vit halda ikki, at jarðarferðir skulu nýtast sum høvi til at gera vart við, hvussu væl vit eru fyri fíggjarliga, ella hvørja støðu vit hava í samfelagnum. (1. Jóhannesarbræv 2:16) Vit skipa ikki fyri ovurhonds dýrum og veitslukendum jarðarferðum, og vit gera okkum heldur ikki upp við serliga fínum kistum ella klæðum.

  • Vit noyða ikki onnur at hava somu áskoðan á jarðarferðir sum vit. Nei, vit fylgja meginregluni um, at ’hvør av okkum skal gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan’. (Rómbrævið 14:12) Men fáa vit møguleikan, royna vit at greiða frá okkara sannføring „við spakføri og ótta“. – 1. Pætursbræv 3:15.

Hvussu er ein jarðarferð hjá Jehova vitnum?

Staðið: Velur familjan at hava jarðarferð, kann hon til dømis fara fram í einum ríkissali, einum kapelli, heima við hús ella í kirkjugarðinum.

Hátíðarhaldið: Ein tala verður hildin fyri at ugga tey, sum hava mist. Hon snýr seg um, hvat Bíblian sigur um deyðan og uppreisnina. (Jóhannes 11:25; Rómbrævið 5:12; 2. Pætursbræv 3:13) Høvið kann eisini nýtast til at minnast góðu eginleikarnar hjá tí deyða, og hvussu viðkomandi vísti trúfesti. – 2. Sámuelsbók 1:17-27.

Ein bíbilskur sangur kann verða sungin. (Kolossebrævið 3:16) Hátíðarhaldið endar við eini uggandi bøn. – Filippibrævið 4:6, 7.

Kostnaður ella innsavning: Vit biðja ikki trúarfelagar lata pengar fyri átrúnaðarlig tiltøk, ei heldur jarðarferðir, og eingin pengainnsavning fer fram á okkara møtum. – Matteus 10:8.

Tey, sum koma: Fólk, sum ikki eru Jehova vitni, eru vælkomin í ríkissalin, tá ið onkur fer til gravar haðani. Øll møtini hjá Jehova vitnum eru almenn, eisini jarðarferðir.

Fara Jehova vitni til jarðarferðir, sum aðrir trúarbólkar skipa fyri?

Hvør einstakur velur sjálvur við síni bíbliuvandu samvitsku, um hann fer. (1. Timoteusarbræv 1:19) Men vit taka ikki lut í siðum, sum vit meta eru í stríð við Bíbliuna. – 2. Korintbræv 6:14-17.