Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Hvussu nógv Jehova vitni eru í øllum heiminum?

Hvussu nógv Jehova vitni eru í øllum heiminum?

Tænastuárið * 2016

Jehova vitni í øllum heiminum

8.340.982

Samkomur

119.485

Lond har Jehova vitni boða gleðiboðskapin

240

Hvussu telja tit tykkara limir?

Vit telja bara tey við, sum boða um Guds ríki hvønn mánað. (Matteus 24:14) Tað fevnir bæði um doypt Jehova vitni og tey, sum eru góðkend at taka lut í boðanararbeiðinum, sjálvt um tey ikki eru doypt enn.

Skal mann gjalda fyri at gerast limur?

Nei. Pengar hava ongan týdning fyri, um fólk verða limir ella fáa serligar uppgávur og framíhjárættindi í okkara samskipan. (Ápostlasøgan 8:18-20) Tey, sum lata stuðul, eru sum oftast ónavngivin. Eftir førimuni stuðla øll Jehova vitni sjálvboðin okkara heimsumfatandi arbeiði bæði við tíð, orku og ognum. – 2. Korintbræv 9:7.

Hvussu vita tit, hvussu nógv eru virkin í boðanini?

Hvønn mánað boða Jehova vitni síni egnu samkomu frá, hvat tey hava avrikað í boðanini. Tað gera tey sjálvboðin.

Fráboðanirnar verða taldar upp, og tølini send deildarskrivstovuni í økinum. Deildarskrivstovan sendir síðani høvuðsskrivstovuni samanløgdu tølini fyri hvørt land ella øki.

Tá ið tænastuárið * endar, sæst, hvat størsta talið á Jehova vitnum er í hvørjum landi sær. Leggja vit hesi tølini saman, fáa vit at vita, hvussu nógv Jehova vitni eru í øllum heiminum. Fráboðanir úr hvørjum einstøkum landi verða givnar út í árbókini hjá Jehova vitnum; har standa eisini ymiskar upplivingar úr boðanararbeiðinum. Hesar fráboðanirnar gleða okkum, á sama hátt sum líknandi fráboðanir gleddu tey fyrstu kristnu. – Ápostlasøgan 2:41; 4:4; 15:3.

Telja tit tey við, sum koma saman við tykkum, men ikki taka lut í boðanararbeiðinum?

Nei, vit telja tey ikki við sum Jehova vitni, men gleðast kortini um, at tey ganga á møti hjá okkum. Tey flestu av teimum eru við á árligu høgtíðini til minnis um Jesu deyða, og tað ber til at fáa eina hóming av, hvussu nógv tey eru, um vit samanbera talið á øllum, sum koma á hetta serliga møtið, við talið á Jehova vitnum. Í 2016 vóru til samans 20.085.142 við á høgtíðini.

Nógv, sum ikki ganga á møti hjá okkum, kanna Bíbliuna saman við okkum. Í 2016 høvdu vit hvønn mánað 10.115.264 heimabíbliuskeið, og á summum skeiðum vóru fleiri luttakarar.

Hví siga myndugleikarnir viðhvørt, at tað eru fleiri Jehova vitni, enn tit siga?

Hagtølini hjá myndugleikunum eru ofta grundað á tað, sum fólk siga, tá ið tey verða spurd, hvønn trúarbólk tey hoyra til. Til dømis sigur ein hagstova í USA, at tey í síni kanning „royndu at finna út av, um tey spurdu mettu seg sjálv at hoyra til ein trúarbólk“, og tey leggja aftrat, at tey endaligu tølini eru grundað á „persónligar áskoðanir heldur enn á veruleikan“. Men sjálv telja vit bert tey við, sum boða gleðiboðskapin og boða samkomuni frá, hvat tey hava avrikað. Vit telja ikki tey við, sum bara siga seg vera Jehova vitni.

^ par. 2 Eitt tænastuár er frá 1. september til 31. august árið eftir. Til dømis var tænastuárið 2015 frá 1. september 2014 til 31. august 2015.

^ par. 16 Eitt tænastuár er frá 1. september til 31. august árið eftir. Til dømis var tænastuárið 2015 frá 1. september 2014 til 31. august 2015.