Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Jehova vitni

Føroyskt

Hvat er eitt bíbliuskeið?

Hvat er eitt bíbliuskeið?

Jehova vitni bjóða tær eitt bíbliuskeið, har tú fært svar upp á nógvar spurningar, sum til dømis:

  • Hvør er Gud?

  • Leggur Gud nakað í meg?

  • Hvussu verður mítt hjúnaband betri?

  • Hvussu fái eg eitt gott lív?

Niðanfyri verða nakrir spurningar í sambandi við okkara bíbliuskeið svaraðir.

Hvussu gongur skeiðið fyri seg? Vit viðgera evni sum „Gud“ ella „hjúnaband“ og kanna ymisk bíbliuørindi í tí sambandi. Við at samanbera ørindini síggja vit, hvat Bíblian sum heild sigur um evnið, og soleiðis lata vit Bíbliuna tulka seg sjálva.

Til at hjálpa okkum at kanna Bíbliuna brúka vit bókina Hvat lærir Bíblian veruliga? Henda bókin greiðir týðiliga frá, hvat Bíblian sigur um Gud, Jesus, okkara framtíð og onnur evni.

Hvat kostar eitt bíbliuskeið? Bæði skeiðið og lestrartilfarið eru ókeypis.

Hvussu leingi varir skeiðið hvørja ferð? Nógv seta umleið ein tíma av hvørja viku til at kanna Bíbliuna saman við okkum. Men tað ber til at laga tíðina, so tað liggur fyri hjá tær.

Hvat hendir, tá ið eg biði um eitt bíbliuskeið? Tá ið tú biður um eitt bíbliuskeið, velur tú sjálvur tíð og stað, og síðani kemur eitt Jehova vitni at vitja teg. Hann ella hon vísir tær eitt lítið dømi um, hvussu bíbliuskeiðið gongur fyri seg. Og hevur tú hug, kann skeiðið halda fram.

Noyðist eg at blíva Jehova vitni, um eg taki við einum bíbliuskeiði? Nei. Jehova vitnum dámar væl at kanna Bíbliuna saman við fólki, men vit noyða ongan at gerast Jehova vitni. Tá ið vit greiða frá boðskapinum í Bíbliuni, gera vit tað við virðing, tí vit ásanna, at øll hava rætt til sjálv at velja, hvat tey vilja trúgva. – 1 Pætur 3:15.

 

LÆR MEIRA

BÍBLIUSKEIÐ

Hví kanna Bíbliuna?

Bíblian gevur milliónum av menniskjum kring allan heimin svar upp á lívsins stóru spurningar. Kundi tú hugsað tær at verið ein av teimum?

BÍBLIUSKEIÐ

Hvussu gongur eitt bíbliuskeið fyri seg?

Jehova vitni eru kend um allan heimin fyri at bjóða ókeypis bíbliuskeið. Hygg, hvussu tað gongur fyri seg.

UM OKKUM

Fá eitt bíbliuskeið

Fá eitt ókeypis bíbliuskeið. Tú velur sjálvur tíð og stað.