Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hví halda Jehova vitni ikki páskir?

Hví halda Jehova vitni ikki páskir?

Vanligar misskiljingar

Søgn: Jehova vitni eru ikki kristin, og tí halda tey ikki páskir.

Sannroynd: Vit trúgva, at Jesus Kristus er okkara frelsari, og vit royna eftir besta førimuni at ganga „í fótasporum Hansara“. – 1. Pætursbræv 2:21; Lukas 2:11.

Søgn: Tit trúgva ikki, at Jesus varð reistur upp frá deyðum.

Sannroynd: Vit trúgva á uppreisn Jesusar; tað er ein grundleggjandi læra í kristnu trúnni, og tað leggja vit dent á, tá ið vit boða. – 1. Korintbræv 15:3, 4, 12-15.

Søgn: Tit leggja einki í, at tykkara børn ikki sleppa at halda páskir.

Sannroynd: Vit elska okkara børn og gera okkara besta fyri at venja tey væl og syrgja fyri, at tey trívast og eru glað. – Titusarbrævið 2:4.

Hví halda Jehova vitni ikki páskir?

  • Páskahald hevur ikki støði í Bíbliuni.

  • Jesus bað okkum minnast deyða sín, ikki uppreisn sína. Á hvørjum ári minnast vit deyða hansara, og tað gera vit tann dagin, hann doyði sambært tí kalendaranum, sum varð brúktur á Bíbliunnar døgum. – Lukas 22:19, 20.

  • Av tí at páskasiðirnir stava frá gomlum fruktbærissiðum, trúgva vit ikki, at Gudi dámar teir. Gud krevur, at vit elska hann meir enn nakað annað, og tað særir hann, at fólk í síni tilbiðing fylgja siðum, sum hann ikki góðtekur. – Matteus 22:37; 1. Kongabók 18:21.

Okkara avgerð um ikki at halda páskir er grundað á Bíbliuna, sum eggjar okkum til at brúka „vísdóm og klókskap“ heldur enn bara at fylgja gomlum siðum. (Orðtøkini 3:21; Matteus 15:3) Tá ið fólk spyrja, hví vit ikki halda páskir, svara vit sjálvandi fegin, men vit virða eisini, at onnur hava rætt at gera, sum tey vilja. – 1. Pætursbræv 3:15.

 

LÆR MEIRA

Hvussu finnur tú ta sonnu trúnna?

Er bert ein sonn trúgv? Fimm eyðkenni fyri sonnu trúnna.