Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Hví fara Jehova vitni ikki í kríggj?

Hví fara Jehova vitni ikki í kríggj?

Jehova vitni fara ikki í kríggj av hesum orsøkum:

  1. Lýdni móti Gudi. Bíblian sigur, at Guds tænarar skuldu ’smíða svørð síni um til plógjørn og ikki longur læra seg hernað’. – Esaias 2:4.

  2. Lýdni móti Jesusi. Jesus segði við Pætur ápostul: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.“ (Matteus 26:52) Jesus vísti soleiðis, at lærisveinar hansara ikki skuldu taka til vápn.

    Lærisveinarnir hjá Jesusi akta boð hansara um ikki at vera „av heiminum“ og eru tí uttanveltaðir í politikki. (Jóhannes 17:16) Teir mótmæla ikki hernaði og forða ikki øðrum í at fara í hertænastu.

  3. Kærleiki til onnur. Jesus segði, at hansara lærisveinar skuldu „elska hvør annan“. (Jóhannes 13:34, 35) Teir skuldu tí vera eitt heimsumfatandi brøðralag og ongantíð fara í kríggj ímóti brøðrum ella systrum sínum. – 1 Jóhannes 3:10-12.

  4. Tey fyrstu kristnu – ein fyrimynd. Eitt leksikon um átrúnað og kríggj sigur: „Teir fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi noktaðu at fara í kríggj og at gera hertænastu“, tí teir hildu, at tað var „í stríð við læru Jesusar um kærleika og um at elska sínar fíggindar“. (Encyclopedia of Religion and War) Týski gudfrøðingurin Peter Meinhold segði nakað líknandi um teir fyrstu lærisveinarnar hjá Jesusi: „At vera kristin og hermaður varð mett at vera ósambæriligt.“

Gagnligt fyri samfelagið

Jehova vitni eru góðir samfelagsborgarar og eru ikki ein hóttan ímóti trygdini í londunum, sum tey búgva í. Vit virða landsins myndugleikar í samsvari við hesi bíbilsku boðini:

  • „Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru!“ – Rómbrævið 13:1.

  • „Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“ – Matteus 22:21.

Tí fylgja vit lógini, rinda skatt og samstarva við landsins myndugleikar í teirra royndum at veita almenna vælferð.