Vit halda okkum til tað, sum Bíblian sigur um hjúnaband og hjúnaskilnað. Tá ið Gud stovnaði hjúnabandið, ætlaði hann, at tað skuldi vera eitt varandi samband millum ein mann og eina konu. Ótrúskapur er tann einasta bíbilska grundgevingin fyri hjúnaskilnaði. – Matteus 19:5, 6, 9.

Hjálpa Jehova vitni hjúnum, sum hava trupulleikar?

Ja, á ymiskan hátt:

  • Lesnaður. Við jøvnum millumbili verða evni viðgjørd í okkara lesnaði, sum kunnu hjálpa hjúnum at styrkja sítt hjúnaband, eisini um tað eftir øllum at døma ikki stendur til at bjarga. Les til dømis greinirnar „Verið hvør øðrum trúgv“ og „Hvussu tit kunnu loysa trupulleikar“.

  • Møti. Á møtunum í samkomuni og á stevnum fáa vit góð ráð úr Bíbliuni um hjúnabandið.

  • Elstar. Elstar, ella umsjónarmenn, í samkomuni práta við hjún, sum hava trupulleikar, og vísa teimum á skriftstøð, sum til dømis Efesusbrævið 5:22-25.

Skulu teir elstu í samkomuni geva sítt samtykki, um eitt Jehova vitni vil skiljast?

Nei. Sjálvt um elstar verða bidnir um at hjálpa hjúnum, sum hava trupulleikar, hava teir ikki myndugleika til at siga, hvat tey skulu gera. (Galatiabrævið 6:5) Men um onkur velur at lata seg skilja frá hjúnafelagnum uttan bíbilska grundgeving, er hann sambært Bíbliuni ikki leysur at gifta seg aftur. – Matteus 19:9.

Hvussu meta Jehova vitni sundurlesing?

Bíblian eggjar hjúnafelagum til at verða verandi saman, eisini um støðan ikki er serliga góð. (1. Korintbræv 7:10-16) Nógvir trupulleikar kunnu loysast, um maður og kona biðja inniliga til Gud, fylgja bíbilskum meginreglum og vísa hvørjum øðrum kærleika. – 1. Korintbræv 13:4-8; Galatiabrævið 5:22.

Av heilt serligum orsøkum hevur onkur kortini valt at flyta frá hjúnafelaganum. Eitt nú tá ið ...

  • hjúnafelagin við vilja forsømir at uppihalda familjuni. – 1. Timoteusarbræv 5:8.

  • hjúnafelagin fremur grovan harðskap. – Efesusbrævið 4:31.

  • andaliga heilsan er í álvarsligum vanda. Roynir onkur til dømis at noyða sín hjúnafelaga at ganga ímóti Guds boðum, metir hesin kanska, at sundurlesing er einasti mátin „at lýða Gud meir enn menniskju“. – Ápostlasøgan 5:29.